Hondbóltur
Fyri aðru ferð innan tíggju dagar var Kyndil á Skála. Og fyri aðru ferð innan tíggju dagar mátti havnarliðið ásanna, at teir í løtuni ikki fáa gjørt stórvegis við strandingarnar, sum aftur hesa ferð vunnu tryggan sigur.
Greið yvirvág
Eftir kiksaran móti KÍF seinasta vikuskiftið var trýstið á StÍF annars stórt undan dystinum. Enn eitt tap bar við sær, at liðið fyribils var koblað av oddastríðnum í deildini, og tað var í øllum førum ikki tað, sum strandingarnar ætlaðu.
Hinvegin hevði liðið kanska ein sálarligan fyrimun móti júst Kyndli, sum fyri stuttum fekk av at vita frá einum illa skerdum StÍF-liði í fyrru hálvfinaluni í Coca-Cola kappingini.
Í mun til tann dystin hevði StÍF nú aftur Marian Cirloganescu í málinum, eins og Sveinur Justinussen var aftur á vøllinum.
Tað styrkti StÍF liðið, meðan tað neyvan hevur styrkt fokus hjá Kyndli, at teir seinastu vikuna hava nýtt bæði tíð og orku at ilskast inn á dystarflytingina, sum eina longu tunga viku enn tyngri fyri teirra viðkomandi.
Og sæð burtur frá allar fyrstu løtuni, so var heldur ikki stóvegis, sum bendi á, at Kyndil skuldi venda tungu gongdini, sum liðið tykist vera í í løtuni. StÍF fekk skjótt eyðkenda verjuspælið at koyra, og við einum sera væl spælandi Marian í málinum, varð sjálvsálitið at kalla pilkað úr skotroyndunum hjá gestunum. Tað hjálpti eina løtu, tá Jónleif Sólsker kom inn á vøllin at loysa Høgna Klein av sum spælskipara, men StÍF hevði ongan hug at sleppa takinum. Teir settu fulla ferð á seinastu løtuna undan steðginum, og við 13-7 á talvuni tóktist uppgávan mest sum vónleys at loysa hjá Kyndli, tá farið varð inn til seinna hálvleik.
Lykladystur í Vestmanna
Her eydnaðist heldur ikki Kyndli at gera stórvegis. Eina løtu fingu teir verjupartin at rigga munandi betri, men skjúttarnir høvdu framvegis ikki rætta dagin, og tí kom sigurin hjá StÍF ongan tíð í vanda.
Við sigrinum fingu strandingarnir aftur rættað kósina, sum var farin nakað av lagi við tapinum seinast. Og tað skerst ikki burtur, at teir framvegis standa í eini rættiligari góðari støðu, nú endin av kappingarárinum so smátt er farin at hómast. Við fimm málum á odda skal vilja illa til, um liðið ikki røkkur steypafinaluni, sum teir mest sum av vana plaga at vinna. Og júst tann eginleikin, at spæla væl í teimum »stóru« dystunum tykist eisini at skumpa liðið fram móti nøkrum, sum líkist eini favoritt-støðu í FM-stríðnum.. Enn eru bara tvey stig upp til finaluplássið, og koma strandingar somiki langt, so eru fá lið, sum standa teimum kurl í dystum av hesum slag.
Hjá Kyndli tykist talan í løtuni at vera um sera tungan sjógv. Eitt er, at teir longu mikudagin enn einaferð skulu takast við strandingarnar. Annað er, at teir bara tríggjar dagar seinni skulu til Vestmanna at spæla. Tann dysturin tykist nú av álvara at verða uppgerðin, har gjørt verður av, hvørt Kyndil í føðingardagsárinum framhaldandi skal verða ein av FM-biðlunum. Ella um liðið bara skal sessast við, at hetta var eitt av teimum árunum, har heilt illa vildi til.
Fakta um dystin
StÍF-Kyndil 24-17 (13-7)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 9(4), Bent Djurhuus 3, Artur Johansen 3, Borgar Danielsen 3, Sveinur Justinusen 2, Bárður Danielsen 2, Leivur Justinusen 1, Martin Hansen 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 6, Ragnar Stakksund 4, Marius Joensen 2, Ken Zachariassen 2(1), Høgni Klein 1, Hjalti M. Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 2
Útvísingar: StÍF 5, Kyndil 2
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen