Tað gekk sum væntað, tá kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF spældu seinnu hálvfinaluna í steypakappingini hóskvøldið. Tá avtornaði, hevði Kyndil vunnið 34-16 í einum dysti, sum bert skuldi avgreiðast. Hinvegin gjørdu VÍF-kvinnurnar sær als ikki fyri skommum og spældu til tíðir eins væl og Neistin og StÍF, sum høvdu dystast beint áðrenn. Men tað var kortini ongantíð ivi um, hvønn veg sigurin fór. Kyndil hevði enntá yvirskot til at spara Lotte Sørensen stórar partar av dystinum. Hon hevur ligið oman fyri tíggju mál pr. dyst seinastu tíðina, men hesa ferð gjørdi hon bert fimm. Jórun Ludvig var besti málskjútti hjá Kyndli við átta málum, meðan Jacklin Djurhuus gjørdi seks mál móti sínum gomlu liðfeløgum úr VÍF, sum hon spældi við í fjør.
VÍF kláraði at fylgja við fyrstu tíggju minuttirnar, men so líðandi gjørdist munurin millum 1. og 2. deild sjónligur, og Kyndil skoraði í so at siga hvørjum álopi, so støðan í hálvleikinum var 18-6. Seinni hálvleikur var eitt sindur javnari, men tá var dysturin langt síðani avgjørdur.
Kyndil-VÍF 34-16 (18-6)
Kyndil: Jórun Ludvig 8, Jacklin Djurhuus 6, Lotte Sørensen 5, Ann Hansen 4, Frida S. Johannesen 3, Semona Fjallstein 2, Rakul N. Joensen 2, Brynhild Klein 2, Herborg Joensen 1, Jensia Petersen 1.
VÍF: Angelic Jógvansdóttir 5, Laila Friis 4, Óluva Poulsen 3, Annleyg D. Hansen 2, Fríða Johannesen 1, Eyð Klein Olsen 1.