Fíggjarnevndin hjá løgtinginum viðger í løtuni eitt fíggjarnevndarskjal frá landsstýrinum.
Pengarnar skal landsstýrið eftir øllum at døma brúka til at keypa sær serfrøði í sildatrætuni millum ES og Føroyar.
Almenningurin fær tó einki at vita um, hvussu nógvar pengar biðið verður um, og ei heldur, hvat pengarnir ítøkiliga skulu brúkast til.
Fundurin í fíggjarnevndini byrjaði klokkan hálvgum tíggju, og klokkan tíggju varð løgmaður boðsendur á fund.
- Nei, eg fái tíverri ikki sagt nakað um, hvat pengarnir skulu brúkast til, segði Kaj Leo Holm Johannesen við Rás2, tá hann kom út av fundinum við fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndarskjal verður bara brúkt í serligum føri, tá talan er um týðandi mál, sum ahva stóran skund at fáa avgreitt.
- Vit halda tað hava sera stóran týdning, at vit hava alt uppá pláss, áðrenn alt fer í summarferiu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen um henda leistin.
Hóast løgmaður ikki vil í smálutir við málinum, so segði hann við Rás2, at fíggjarnevndarskjalið er ein liður í teimum fyrireikingum, sum landsstýrið síðstu mánaðirnar hevur arbeitt við fyri at standa sterkast tilber í sildastríðnum við ES.
Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen her: