Løgmaður boðar frá politiskum broytingum

Bygnaður og skipanir skulu broytast, og tað privata skal bjóða tí almenna av

At tora at stýra vil siga, at ein torir at hyggja at nýggjum leiðum – og at nýggju loysnum.

Í ólavsøkurøðu síni boðaði løgmaður frá, at nú skulu broytingar gerast í føroyska samfelagnum.

Skipanir, sum ikki virka nóg væl og sum ikki geva nóg góð úrslit, skulu skiftast út við aðrar skipanir.

- Privata vinnan skal kunna bjóða tí almenna av, har tað er til fyrimunar fyri borgaran, og nakrar av almennu tænastunum verða útveittar, um tað er ein fyrimunur fyri føroyingin, segði løgmaður.

Hann segði, at tað er ikki uppgávan hjá tí almenna at reka privat partafeløg. Tí eiga summi partafeløg at einskiljast og viðvíkjandi øðrum, skal ein jøvn kapping tryggjast millum tað almenna og tað privata.

- Skulu vit framhaldandi vera í fremstu røð, mugu vit politikarar skapa røttu karmarnar, góðar arbeiðsumstøður og menning. Tað skal bæði vera rúm fyri hugflogi og fjølbroytni, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.