KÍ fær dómara í Riga sum hevur dømt dystir hjá landsliðnum

Talan er um dómara sum hevur dømt í 16 ár

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir KÍ seinna røkk støkk dystin í Conference League á Skonto leikvøllinum í Riga.

 

Fyrri dysturin móti Riga FC við Djúpumýru endaði við javnleiki 0-0.

 

Tað verður ein royndur niðurlendskur dómari, ið skal leiða uppgerðina millum Riga og KÍ.

 

Talan er um 39 ára gamla niðurlendska dómaran, Allard Lindhout.

 

Allard Lindhout hevur dømt í niðurlendskum fótbólti síðani 2010, og hann gjørdist altjóða dómari 1. januar í 2022.

 

Allard Lindhout hevur á tveimum sinnum dømt dystir hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.

 

Fyrru ferð var á Tórsvølli 12. oktober í 2023. Tá taptu Føroyar í EM-undankappingardysti 0-2 fyri Póllandi.

 

25. mars í fjør dømdi Allard Lindhout HM-undankappingardystin í Podgorica millum Montenegro og Føroyar. Føroyar taptu dystin 0-1.

 

RIGA FC (LVA) [0:0] KÍ KLAKSVÍK (FRO)

 

Dómari: Allard Lindhout NED

 

Hjálpardómari 1: Johan Balder NED

 

Hjálpardómari 2: Murat Kücükerbir NED

 

Fjórði dómari: Alex Bos NED

 

VAR dómari: Jeroen Manschot NED

 

VAR hjálpardómari: Erwin Blank NED

 

UEFA dómara eygleiðari: Domagoj Vučkov CRO

 

UEFA umboð: Stewart Robertson SCO