Løgmaður farin til Brüssel

Løgmaður fór mánadagin til Brüssel, har hann skal hava fundir við bæði ES og NATO. Talan er um bæði handilsligar og trygdarpotitiskar spurningar, sigur hann

Flogvøllurin:Mánadagin fór Anfinn Kallsberg, løgmaður, til Brüssel, har hann skal vitja bæði ES og NATO.
Í stuttari viðmerking segði løgmaður, tá Sosialurin hitti hann á flogvøllinum, at talan verður bæði um handilsligar og trygdarpolitiskar samrøður. Tó verður ikki so, at nøkur nýggj verjuavtala ella nakað sovorðið verður gjørt á ferðini, segði hann.
?Taka vit tað handilsliga fyrst, sigur løgmaður, so hava vit í nógv ár stríðst viða t fáa tað Paneuropeisku kommulatiónsskipanina at galda fyri Føroyar. Nú gongur tað rætta vegin, men tað gongur seigliga, sigur hann. Vit brúka hvønn møguleika, sum er, og tað sær út til, at tað rekur við í løtuni, sigur løgmaður.
Trygdarpoltiskt er tað soleiðsi, at farið verður á fund við NATO aðalskrivaran, Geroge Robertson.
?Tað verða ikki nakrar størri samráðingar, men meira samrøður um at fáa sett hol á hetta her við at fáa innlit, ábyrgd og avgerðarrætt, sigur løgmaður.