Løgmaður má kanna Fiskimálaráðið

Hóast Henrik Old ikki metir, at fiskivinnumál eru løgmanni heilt fremmand, so eigur hann kortini at skunda sær at seta nýggjan landsstýrismann. Men áðrenn má løgmaður syrgja fyri, at næsti fiskimálaráðharri ikki endar í somu støðu sum Jørgen Niclasen

Hóast 16 dagar eru farnir, síðani Jørgen Niclasen valdi at siga seg úr starvi sum landsstýrismaður, áðrenn Løgtingið atkvøddi fyri einum misáliti á hann, er enn eingin nýggjur fiskimálaráðharri settur.
Hóast dúgliga hevur verið gitt, hvør næsti maður ella kvinna kemur í at sita sessinum, so vil eingin siga nakað um, hvørji eru í uppskoti at umsita fiskivinnumál í Tinganesi.
Onkur av fólkafloksmonnunum í tingbólkinum hevur tó dittað sær at sagt, at tað helst verður onkur av tingmonnum floksins, men navn er ikki sett á tann næsta ráðharran enn.


Løgmaður kennir til fiskivinnumál

Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, ið er formaður í Vinnunevnd Løgtingsins, sigur í samrøðu við Sosialin, at hóast tað ikki akkurát ber til at siga, hvussu nógvir dagar skulu ganga, til nýggjur landsstýrismaður við fiskivinnumálum verður settur, so er vit nú komin her til, at ein støða má takast.
Henrik Old leggur tó kortini afturat, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, er í tí hepnu støðu, at hann áður hevur umsitið fiskivinnumál í Landsstýrinum, og at tað tí ikki er honum heilt fremmant. Harafturat hevur hann umsitið onnur mál í Tinganesi. Tí kennir Anfinn Kallsberg væl til ráðharraarbeiði, og sum so umsitur hann ikki so nógv mál. Men hóast tað, er talan um okkara høvuðsvinnu, sigur formaðurin í Vinnunevndini.
Henrik Old heldur tó, at sæð frá einum politiskum vinkli, so hevur løgmaður kanska drálað so leingi, av tí at umrokeringar eru á veg í Landsstýrinum, og at hann tí ikki vil seta nakran, sum hann noyðist at koyra frá stutta tíð eftir.

Eitt skifti loysir ikki trupulleikan

Henrik Old sigur, at løgmaður eigur at umhugsa og kanna umsitingina í Fiskimálaráðnum, áðrenn nýggjur fiskimálaráðharri verður settur, og tað væntar hann eisini, at løgmaður ger. Tað, at ein landsstýrismaður er farin frá, loysir nevniliga ikki trupulleikan, og tí eigur Anfinn Kallsberg at kanna, um tað er landsstýrismanninum ella umsitingini, tað er galið við, tí um so er, at tað er galið við umsitingini, so verður tann næsti landsstýrismaðurin »på Herrens mark«, sum formaðurin í Vinnunevndini tekur til.
Løgmaður hevur evstu ábyrgdina av hasum, og tí eigur hann eisini at kanna, hví tann fyrri landsstýrismaðurin fór, sigur Henrik Old.
Hann væntar, at Anfinn Kallsberg man fara at seta nýggjan fiskimálaráðharra í næstu viku, og at Fólkaflokkurin fer at fundast áðrenn vikuskiftið er byrjað. Hetta vilja umboð úr Fólkaflokkinum kortini ikki vátta fyri Sosialinum.
Men hóast Jørgen Niclasen varð noyddur at siga seg úr landsstýrissessinum 14. januar, og vit í dag skriva 30. januar, so metir Henrik Old ikki, at limirnir í Vinnunevndini hava heimild til at gera nakað við, at nýggjur fiskimálaráðharri ikki er settur enn, men hann leggur enn einaferð dent á, løgmaður eigur at syrgja fyri, at næsti maður í sessinum ikki endar í somu støðu sum undanfarni landsstýrismaður við fiskivinnumálum.