Løgmannsrøðan

Fleiri hava ført fram, at løgmannsrøðan ikki er á tremur við visiónum og ætlanum, ið peika frameftir. Væl kann vera, at so er, men spurningurin er, um ein tílik røða ikki eigur, og skal, avspegla støðuna í samfelagnum, tá ið hon verður hildin.

Støðan í samfelagnum beint nú krevur gamaní, at vit hyggja frameftir og seta út í kortið, men hon krevur samstundis, at vit onkursvegna signalera stabilitet. At vit, hóast fíggjar- og búskaparkreppu, halda tørn og tryggja, at samfelagið ikki ferð um koll. At borgarar landsins skulu kenna seg tryggan, hvat viðvíkur teirra livibreyð og dagligu tilveru.

At vit øll, hóast verri tíðir, kunnu verða vís í at okkara livikor ikki verða broytt so nógv, at vit ikki duga at síggja hvussu vit kunnu klára at lívbjarga okkum og okkara. Tann boðskapurin, at vit fara at halda tørn og verja okkara vælferðarsamfelag - hóast ikki so bjørt útlit í búskapinum beint nú, er ein boðskapur, ið vit ikki eiga at undirmeta týdningin av.

 

Javnstøða

Hóast tann veruleika at vit hava tørv á tryggleika so hava vit eisini tørv á at síggja tiltøk, ið vísa frameftir og hvussu vit skulu flyta okkum fram á leiðini.

Vit hava eitt samfelag har stórur munur er á, hvussu kynini eru umboðaði eitt nú í leiðandi størvum. Sambært talvu, ið er viðløgd løgmannsrøðuni, er tað 1270 mannfólk, ið er í leiðandi starvi í 2008 og talið av kvinnuligum leiðarum 170. Hesi tøl siga mær, at vit hava eitt velduga stórt tilfongi í okkara arbeiðsmegi, sum als ikki verður gagnýtt.

Sambært samgonguskjalinum so skal virkast fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og samfelagnum annars.

Tí sakni eg eina greiða útmelding um, hvussu hesin setningurin skal røkkast í verki. Havandi í huga tølini, ið eg júst nevndi, trupulleikarnar hjá barnafamiljum at fáa arbeiðslív og familjulív at virka saman, manglandi páparættindi - millum annað - í okkara barsilsskipan og nógv onnur viðurskifti innan javnstøðu, kundi eg hugsað mær at fingið at vita, hvussu málsetningurin í samgonguskjalinum skal røkkast.

 

Javnbjóðis møguleikar

Løgmannsrøðan hevur nakrar ómetaliga týdningarmiklar orðingar um javnbjóðis møguleikar, har m.a verður tikið til nakað soleiðis :

”Øll skulu hava somu møguleikar at skapa sær eina gevandi og innihaldsríka tilveru. Møguleikar at velja lívsleið, sama um tú er barn av stjóra ella verkafólki. Hetta er kjarnan í okkara samfelag”.

Aðrastaðni hevur nógv verið tjakast um, hvussu ein skapar hesar javnbjóðis møguleikar í verki, er tað gjøgnum sosialpolitikkin, útbúgvingarpolitikkin ella vinnupolitikkin?

Svarið er, at tað ikki bert er innan fyri eitt øki at setast má inn, um hetta málið skal vera meira enn føgur orð. Tað er tó ein sannroynd, at krøvini til vitan og útbúgving ið verða sett til okkara børn ongantíð eru so stór sum í dag.

Tí má okkara samfelag seta barnið og tess møguleikar fyri læring í miðdepilin. Tað er júst í hesum ljósið at eg síggi fráboðanina í løgmansrøðuni, um at minka talið av skúlaeindum innan Fólkaskúlan. Men fyri at hetta átak skal eydnast, má tað gerast í tøttum samstarvi við avvarðandi myndugleikar og ein má ikki missa tað stevnu úr eygsjón, at trivnaðurin hjá børnunum í skúlanum eru ein fortreyt fyri bestu innlæring.

 

Fiskivinnan

Røða løgmans nemir eisini við nøkur týdningarmikil viðurskifti viðvíkjandi arbeiðsloysi og bygnaðartrupulleikunum í fiskivinnuni.

Sjálv eri eg búsitandi í einum økið, ið hevur stórar trupulleikar bæði viðvíkjandi arbeiðssloysi og bygnaðartrupulleikum í fiskivinnuni.

Tí ljóðar tað gott og neyðugt, í mínum oyrum, at løgmaður fráboðar ein bygnaðargrunn sum kann skunda undir at tillaga okkara fiskiflota. Eisini fegnist eg um og fráboðaðu endurskoðanina av fiskivinnulóggávuni, millum annað við atliti at brúksskyldu av fiskirættindum.

Øll á hesum høga tingi eru greið yvir, at okkara samfelag er í eini broytingartíð ikki minst vinnuliga, sakni tí eina viðgerð av, hvussu vit skapa karmar, ið hjálpa teimum økjum ið eru mest tengd at fiskivinnuni við verðandi bygnaði. Hvussu kann tað almenna vera við til at lyfta hesi økir soleiðis, at tey verða meira vinnuliga fjølbroytt og hava fleiri bein at standa á?

 

Maritimu útbúgvingarnar

Nógvir tingmenn hava nevnt, at tað var natúrligt at vinnuháskúlin og maritimu útbúgvingarnar vóru staðsettar í Klaksvík. Upplýst er, at landstýriskvinnan hevur sett eina nevnd, ið skal lýsa spurningin um at savna hesar útbúgvingar á einum stað.

Dugi illa at ímynda mær, at hesin arbeiðsbólkur kann koma til aðra niðurstøðu enn, at tað er rætt, at staðseta hesar útbúgvingar í fiskivinnuhøvuðstaði okkara.

 

Ólavsøkupakkin

Hetta uppskot er býtt ið 3 økir:

virksemisskapandi átøk

rationaliseringar

bygnaðarbroytingar

Nógv tjak hevur verið um hetta uppskot, innan tað yvirhøvur varð framlagt. Um tað kemur ov seint, um tað er nóg virksemisskapandi ella tað leggur ein dempara á búskapin, ið bert ger støðuna verri.

Yvirordnað hevur nógv verið røtt um, at virksemisskapandi tiltøkini ikki eru nóg umfatandi. Haldi ikki tað er so eintýðugt og lætt at spáa um. Vit hava í dag eitt arbeiðsloysi ið er á 3,5%, okkara fíggjarkervið sær tíbetur ikki út til, at vera líka so hart rakt av kreppuni, sum peningamarknaðurin í londunum rundan um okkum. Hóast tað, er ein trekleiki ið útlánspolitikkinum hjá peningastovninum sum ávirkar nýtsluni í samfelagnum.

Nýggjastu vísitølini í konjunkturbarometrinum, vísa at forvæntningarnar hjá vinnuni og húsarhaldinum eru nakað ljósari nú enn síðst. Tí eru metingar um gongdina í nýtsluni, arbeiðsloysi og fiskaprísum rættuliga avgerðandi fyri hvussu umfatandi virksemisskapandi tiltøkini mugu vera fyri at fáa vend í búskapin aftur.

Tá ið tríggir flokkar skulu leggja eitt uppskot sum hetta fram, so vilja tað altíð verða ymsar meiningar um, hvat er gott og ringt við uppskotinum.

Størsta plussið í pakkanum er eftir mínum tykki, at lønirnar eru framskrivaðar sambært galdandi sáttmála. Hetta kann ljóða løgi, men tað hevur altavgerandi týdning fyri okkum í Javnaðarflokkinum, at landsstýrið virðir fakfeløgini og tað ber henda framskriving boð um.

 

Rationaliseringar:

Samstundis sum ein kann fegnast um, at lønirnar innan almenna sektorin eru framskrivaðar sambært sáttmála, so kann ein ivast í hvørja ávirkan tað ferð at hava á tað almenna, at raksturin er ásettur at vera tann sami sum í ár. À flestu almennu stovnum er lutfallið millum rakstur og lønir 95-5 % , hetta lutfall átti kanska í verðuleikanum at verið 85 – 15. Tí kann ein spyrja hvørjar avleiðingar ein null framskriving av rakstri ferð at hava við sær, ferð hetta í veruleikanum at kosta størv ? hvussu nógv? er nøkur meting gjørd av hesum.

Í samband við virkisskapandi tiltøkini eru fleiri av teimum partvíst viðgjørd áður. Hugsi her um tiltøkini við Húsalánsgrunninum og at MVG stuðulin til sethús skal aktiverast. Tað, sum er nýtt og áhugavert er, at íløgukarmurin fyri 2010 verður hækkaður við eyka 90 mió.Hesin peningur er ætlaður til: skipabygging, almannaøki og mentunnarøki

Viðvíkjandi skipabygging, eri eg samd við formanninum í okkara tingbólki, at vit so ella so mugu seta krøv til at føroysk arbeiðsmegi verður nýtt, serliga tá ið endamálið er at skapa virksemi.

Eykaavseting til almannaøki kann m.a nýtast til at byggja fleiri røktarheim og serstovnar skjótari enn ætlað. Til dømis hevur Klaksvíkar kommuna søkt um at byggja eitt røktarheim, men hevur sjálv ikki fíggjarkarm til hesa íløgu fyrr enn í 2012, tí kundi landstýriskvinnan umhugsa, um til ber at gera eina skipan, ið kann framskunda hesa byggiætlan.

Sagt verður í uppskotinum viðvíkjandi hesum 90 mió, at ”miða eigur at verða eftir at íløgurnar verða spjaddar kring landið” Sakni nakað meira ítøkiligt um hvussu íløgukvotan skal spjaðast kring landið.

 

Bygnaðarbroytingar

Undir bygnaðartiltøkunum verður nevnd nýggja pensiónsskipanin har mótrokning verður ásett frá 2010 og at henda broyting ferð at hava 25 mió minni í útreiðslum hjá landinum í 2010.

Vænti at hesin parturin verður nærri útgreinaður undir viðgerðini í fíggjarnevndini, hvussu ætlanin er at skipa hetta og hvørjar avleiðingarnar verða.

Broytingar í býtinum av p/f skattinum frá 62/38 til 70/30 millum land og kommunirnar skulu geva landinum 10 mió í meirinntøku. Hvussu verða avleiðingarnar fyri tær kommununar ið eru illa fyri fíggjarliga?

 

Rakstratiltøk:

Í síðsta partinum av pakkanum er ætlanin at fremja rationaliseringar – serliga innan lógarbundnar játtannir á 75 mió.

Eri samd um at neyðugt er at fremja rationaliseringar, men havi nakrar viðmerkingar/spurningar til nevndu átøkini

Bygnaðarbroytingar innan miðnám 2,4 hvat merkir hetta ? Bygnaðarbroytingar fólkaskúlin 5 mió : ber hetta til at náa til fulnar í 2010 ? helst eru bert 5 mánaðir at fremja broytingina í.

Fyritíðarpensjónin mótroknast við 25 % frá fyrstu krónu. Hetta er eitt tiltak ið ørkymlar meg. Tað virkar beint í mótstríð við at hækkað skattafríu upphæddina, júst fyri at hesin bólkur skuldi eggjast at arbeiða.

Samanumtikið er neyðugt at seta tiltøk í verk sum eru virksemisskapandi og eisini at tálma hallið á fíggjarlógini. Spurningurin er um átøkini, ið pakkin leggur upp til eru nokk til at venda búskapargongdini og um hetta eru tey røttu tiltøkini.

Niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum er at samanlagdi virknaðin á BTÙ í 2010 er 1,28% og í 2011 er virknaðurin 2%. Sum nevnt í byrjanini verður tað gongdin í m.a arbeiðsloysi og fiskaprísum ið fara at verða avgerðandi fyri um tiltøkini eru nóg virksemisskapandi. Sakni framrokningar og metingar hesum viðvíkjandi. Hinvegin koma hesi tiltøk at verða víðari viðgjørd í tinginum í heyst og koma ábendingar um at hetta ikki er nokk ber til at rættað uppskotið til samsvarandi gongdini í búskapinum. Har fari eg at fáa spurningarnar nærri viðgjørdar ið eg havi sett og annars fari eg at geva uppskotinum eina sakliga viðgerð.