Løgreglan arbeiðsleys jólaaftan

Jólaaftan hevur verið stak friðarlig, upplýsir løgreglan Tað hevur verið stak friðarligt kring Føroya Land higartil á jólum.

Løgreglan í Havn sigur, at telefonin hevur verið at kalla steindeyð higartil.

Eitt ferðsluóhapp var við grótbrotið í Klaksvík, men skaðin var avmarkaður.

Størsti trupulleikin tey hava havt, er, at í teirri øgiligu ferðsluni, sum hevur verið uppundir høgtíðina og eisini í gjáramorgunin, hava fólk havt lyndi til at parkera bilarnar ov tætt og eru sostatt komin til at skøva bilarnar hjá hvørjum øðrum.

Úr Danmark frættist, at jólaaftan er dagurin, har allir innbrotstjóvar við virðing fyri sær sjálvum, finna sær kúbeinið fram, tí har er jólaaftan ársins stóri innbrotsdagur av øllum.

Mangt og hvat kemur rekandi úr Danmark til Føroyar, men løgreglan sigur, at tað hon veit, er hesin óskikkur ikki komin hendavegin, í hvussu so er ikki enn.

- Vit hava onga fráboðan fingið um innbrot jólaaftan, sigur, sigur løgreglan