Løgreglan fingið boð um 245 skaðar

Frá á miðdegi í gjár, tá ið fyrsta fráboðanin kom, til klokkan 9.20 í morgun, fekk løgreglan tilsamans 245 fráboðanir um skaða í kjalarvørrinum á ódnini.

Hetta er bara tær fráboðanir, løgreglan hevur fingið.

Eysturoy: Samanlagt 64 fráboðanir: Skaðafráboðanirnar eru javnt spjaddar millum bygdirnar á oynni.

Norðoyggjar: Samanlagt 35 fráboðanir: Harðast rakt var Klaksvíkin við 32 skaðafráboðanum.

Sandoy: Samanlagt 6 fráboðanir: Skaðafráboðanirnar eru javnt spjaddar millum bygdirnar á oynni.

Streymoy: Samanlagt 60 fráboðanir: Harðast rakt var Hoyvík, Argir og Tórshavn við 36 fráboðanum.

Suðuroy: Samanlagt 68 fráboðanir: Harðast rakt var Trongisvágur, Tvøroyri og Froðba við 37 fráboðanum.

Vágar: Samanlagt 12 fráboðanir: Skaðafráboðanirnar eru javnt byttir millum Sørvág og Miðvág. Eingin fráboðan er komin frá Sandavági ella Vatnsoyrum.

- Løgreglan vil samstundis nýta høvið til at takka øllum sløkkiliðum og sjálvbodnum kreftum kring landið fyri gott samstarv og takka fyri tað stóra arbeiði hesi fólk gera, sigur Andras Marr Poulsen, løgreglukommiserur.