Løgreglan hevur fylgt við bilum á veg til Havnar

Hvønn einasta dag kemur ein ørgrynna av bilum ymsastaðni av meginøkinum til Havnar við fólki, sum skal til arbeiðis í høvuðstaðnum. Tey, sum hava roynt tann túrin, vita, at tað er ikki altíð, at ferðslan gongur sum eftir ánni. Ikki er tað óvanligt at enda aftan fyri onkran bilførara, sum koyrir spakiligari enn tað hóvar øðrum, og tá er tað, at bilførarar fella fyri freistingini at yvirhála, hóast umstøðurnar kanska ikki akkurát eru til staðar til tað.

 

Men bæði í gjáramorgunin, og í morgun, hevur løgreglan verið á ferð uttan fyri Havnina, og hevur lagt seg afturat morgunferðsluni til Havnar fyri at vísa, at tey eru til staðar. Í gjár var ein løgreglubilur á ferð og í morgun hava tað verið tveir. Løgreglan heldur, at tað hevur eina sissandi ávirkan á bilførarar at teir vita, at løgreglan er í nánd.

 

Løgreglan hevur eisini gjørt umfatandi ferðslukanningar annars, og í tí eina átakinum vórðu yvir 100 bilar steðgaðir, at í tí sambandi vórðu tíggju bøtur skrivaðar. Talan var um bilførarar, sum tosaðu í telefon, sum høvdu gloymt koyrikortið eftir, men talan var eisini um lyktir, sum ikki lýstu, og onnur brek.

 

Harumframt fingu 15 bilførarar átalu fyri ymisk smáttarí, sum ikki var eftir forskriftunum. Men tveir bilførarar fingu eisini bót fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, teir koyrdu nakrar og 70 kilometrar um tíman, har tað annars var loyvt at koyra 50.