Aftur í gjár og í morgun hevur løgreglan gjørt ferðmátingar ymsastaðni.
Í morgun varð ein bilførari tikin norðanfyri fyri at koyra 121 kilometrar um tíman í óbygdum øki.
Sostatt skal hann upp til nýggja koyriroynd í seinasta lagi um tríggjar mánaðir, annars missur hann koyrikortið.
Men hetta hongur eisini við í trý ár, so verður hann tikin aftur fyri at koyra meiri enn 30 kilometrar meiri um tíman, enn loyvt er, missur hann koyrikortið.
Annars steðgaði løgreglan eisini bilum inni í bygdum øki í Havn í gjár.
Úrslitið av tí var, at 12 bilførarar vórðu tiknir. 11 av teimum fáa bót og ein fær bót og klipp í koyrikortið.
Er talan um bilførara, sum hevur havt koyrikort í styttri enn trý ár, skal hann bara hava eitt klipp afturat hesi næstu trý árini, so missur hann koyrikortið.
Aðrir bilførarar missa koyrikortið, tá ið teir fáa tað triðja klippið innanfyri trý ár.
Savnsmynd.