Løgtingið verður sett

Í dag verður farið undir nýtt tingár, men áðrenn løgtingið verður sett, fara tingfólk og onnur í kirkju.

Stýrisskipanarlógin sigur, at ólavsøkudag verður farið undir nýggja tingárið, og at politikararnir undan tingsetanini skulu í kirkju og ganga í skrúðgongu.

Skrúðgonga fer í Dómkirkjuna í Havn beint fyri klokkan 11, og síðani verður gudstænasta, har David Johannesen, sóknarprestur, prædikar. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan aftur á Vaglið, har kórsangur verður.

Kl. 13 verður løgtingið sett, og so fer Kaj Leo Holm Johannesen at halda sína triðju og – í hesum valskeiðnum – seinastu løgmansrøðu. Stýrisskipanarlógin sigur, at hann skal greiða frá støðu landsins og tí, sum landsstýrið hevur í ætlan at fremja.

Tað er greitt, at hetta verður síðsti arbeiðsdagurin hjá fleiri tingmonnum. Fleiri av fremstu tingmonnunum hava boðað frá, at teir fara ikki at bjóða seg fram á løgtingsvalinum, sum í seinasta lagi verður í januar.