Løgtingsfólk vilja niður í løn

So at siga alt løgtingið er fyri at vera fyrimynd og fara niður í løn, um hægst løntu almennu starvsfólkini noyðast tað

Leo Poulsen/Randi Jacobsen


Fólkaflokkurin
Brandur Sandoy: - Ja, og tað átti sum heild at verið hugt eftir lønunum, endurgjaldi fyri ferðing og øðrum viðurskiftum.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir: Hon hevur onga greiða meining, men sigur kortini, at um hini fara niður í løn, eiga politikararnir at gera tað sama.
Jóan Magnus Rasmussen: - Jú, tað skulu vit. Annars havi eg skilt, at fara tænastumannaløninar niður, fara okkara lønir eisini niður.
Jacob Vestergaard: - Sjálvsagt skulu vit eisini niður í løn.
Bjarni Djurholm: - Vit fylgja tænnastumannalønunum, so fara tær niður, fara okkara eisini.
Rodmundur Nielsen: - Ja, tað haldi eg er eitt gott hugskot.
Hanus Samró: - Tað kunnu vit altíð tosa um.
Jógvan á Lakjuni: Ønti ikki aftur.

Sambandsflokkurin
Reimund Langgaard - Tað eri eg við uppá. Um vit fara fimm prosent niður í løn, vigar tað upp imóti tí, sum vit fáa í skattalætta.
Hann heldur tó, at tingmannalønin eigur at vera hampilig, so fólk ikki aftra seg við at stilla upp. Men lønin er nú ikki so galin, sigur hann.
Alfred Olsen: - Vit hava ikki mótmælt uppskotinum um at lækka tær hægru lønirnar, og okkara lønir teljast millum tær hægru.
Jóna Mortensen: Onga meining.
Eivind Jacobsen: - Tosi ikki við Sosialin.
Helgi Abrahamsen:- Ja, tað haldi eg. Annars eri eg troyttur av populistiskum uppskotum og fylgi altíð formansskapinum..
Edva Jacobsen: Ógreitt svar
Fingu ikki orðið á: Rósu Samuelsen og Bárð Nielsen.

Javnaðarflokkurin
Aksel V. Johannesen: - Sjálvandi skulu vit tað. Politikararnir mugu liva undir somu treytum sum onnur.
Henrik Old: - Eingin trupulleiki frá mínari síðu.
Rigmor Dam: - Sjálvandi skulu politikararnir ganga undan, bæði við at lækka løn, um tað skal gerast, ferðaeftirgjald og eftirløn. Løgtingið átti heldur ikki at viðgjørt sínar egnu lønir.
Eyðgunn Samuelsen: - Fyri tað fyrsta má eg siga, at løgtingið eigur at halda seg frá at viðgera lønir. Men verður tað gjørt, skulu vit sjálvandi ganga undan.
Gerhard Lognberg: - Sjálvandi skulu vit ganga undan. Vit kunnu ikki loyva okkum at kvokkroyta onnur, og ikki sjálv missa.
Kristin Michelsen: - Tí havi eg einki imóti. Tá ið sparast skal, má tað raka øll í samfelagnum. Tosað verður um at lækka hægri lønirnar, og vit eru í hægri lønarlagnum. Sjálvandi skulu okkara lønir ávirkast.


Sjálvstýrisflokkurin
- Sjálvandi skulu vit tað. Fara tænastumannalønirnar niður, fara okkara tað eisini. Sjálvstýriflokkurin legði uppskot fram um at lækka tingmannalønirnar, og tað uppskotið halda vit fast við.


Tjóðveldi
Páll á Reynatúgvu: - Vit hava sæð í øðrum londum, at líknandi er gjørt. Tað kundi eg avgjørt tikið undir við og víst samfelagssinni. Annars taki eg ikki undir við, at almennnu sáttmálalønirnar verða lækkaðar við lóg.
Sirið Stenberg: - Um skattalækkningin verður galdandi fyri øll, koma vit sjálvandi undir somu treytir.
Kristina Háfoss: - Vit kunnu ikki krevja meira av øðrum, enn vit sjálv kunnu ganga við til. Ikki bara eigur at verða hugt eftir lønum okkara, men eisini eftir teimum ymisku eftirlønunum, og tingfólk eiga at fáa somu koyripengar sum onnur.
Høgni Hoydal: - Eg hevði so avgjørt einki havt ímóti tí, og tað átti eisini at verið gjørt nakað við ferðapengarnar og við eftirlønina hjá politikarunum.
Bjørt Samuelsen: -Eg taki ikki undir við at seta almennar lønir niður, men verður tað gjørt, skal sjálvandi tað sama henda við okkara lønum.
Gunvør Balle: - Nei, tað hevði eg ikki. Partvís tí, at eg eri grundleggjandi ósamd við politikkinum hjá samgonguni, og partvís tí, at løgtingsstarvið er eitt virðiligt starv, og tí skal hava eina virðiliga løn.


Miðflokkurin
Jenis av Rana: - Eg hevði ongar trupulleikar havt við at farið niður í løn. Tað hevði ikki verið meira enn rímiligt.
Bill Justinussen: - Eg havi sum so onga viðmerking, men verður úrslitið ein niðurskurður á almenna marknaðinum, so góðtaki eg tað.

Framsókn
Poul Michelsen: - Tað er eingin ivi í míni verð, at vit skulu niður í jørð. Hatta hava vit altíð gjørt í míni fyritøku, at tá minni hevur verið til, er leiðslan fyrst farin niður í løn. Vit kunnu ikki krevja, at onnur fara niður í løn, um vit ikki gera tað sjálv eisini.
Janus Rein: - Ja, tí hevði eg tikið undir við.