Lækkið meirvirðisgjaldið

Nú meirvirðisgjaldið hevur verið í gildi í fimm ár, er mín meining tann, at tíðin er komin at vit lækka meirvirðisgjaldið, ístaðin fyri at gera skipanina uppaftur meira trupla at umskipa, við at onkrir vinnubólkar fáa frítt mvg og onnur ikki.

Sjálvandi hevur hetta hjálpt bólkunum, sum sleppa undan meirvirðisgjaldinum og teir bólkar, ið hava fingið frítt mvg stuðli eg av fullum hjarta, men nú haldi eg at Løgtingið eigur at fara víðari, tí tað kann ikki vera rætt, at Føroyar hevur verðins hægsta meirvirðisgjald og tað hevur havt óbøtandi skaða fyri smáhandlarnar í Føroyum og nógvir av hesum handlum eru farnir á húsagang og eru als ikki til í dag. Vit at lækka meirvirðisgjaldið kemur tað øllum bólkum til hjálpar og tað kann eisini føra til at nakrir av teimum smáhandlum, ið eftir eru, klára at yvirliva.


Skipanin má gerast einfaldari

Ein annar stórur trupulleiki er tollingaráheitanir, hvør kennir ikki til at fylla tollingaráheitanir út, har ein í tímavís má leita eftir hvat fyri nummar tann og tann vøran eigur at bólkast undir og tá ein so er komin til tað rætta vørunummarið, ja so hevur tollstovan eina aðra fatan av vøruni og ein verður sektaður við eykagjaldi. Eg kann taka eitt dømi innan amboð, har ein fakturi hevur fleiri síður av ymiskum vørum, sum hvør skal bólkast fyri seg. Taka vit skrúvubløð og skiftilyklar, hava tey hvør sítt nummar og ein fastur lykil og ein ikki fastur lykil, skulu undir hvør sítt nummar, men báðar vørurnar hava sama tollsats, soleiðis kundi ein blivið við at tikið dømir upp, har týdningarmikil tíð verður brúkt óneyðugt, tí Hagstovan skal vita hvussu nógv skvúrubløð, skiftilyklar, fastir lyklar og annað verður innflutt.

Mín áheitan á Løgtingið er tann, at hví ikki bólka øll amboð fyri amboð, so ein kann sleppa frá at brúka dagar at fylla tollingaráheitanir út, hetta hevði spart nógva tíð hjá handlum og ikki minst hjá Tollstovuni, tí hon skal tasta alt innaftur av nýggjum og eftirkannað alt.

Í longdini við at gera skipanina einfaldari hevði handlar og Tollstovan kunna brúkt eyka tíðina til meira týdningarkmikil ting enn at fylla tollingaráheitanir út.

Vónandi taka tit hendan spurningin upp, tá ið tit nú eru í ferð við at endurskoða alla skipanina, tí hetta hevur stóran týdning, bæði fyri handilslívið og Tollstovuna.


Símun á Høvdanum

Klaksvík, 15.12.98.