- Vit hava ein sáttmála, sum sigur, at tann 1. oktober skal lønin hækka 3%. Og tað sigur seg sjálvt, at eini slíkari avtalu sleppa vit ikki uttan nakað.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum ásannar, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum standa í eini sjáldsama tórførari støðu.
Týsdagin vóru øll fakfeløgini á fundi við landsstýrismannin í fíggjarmálum um ætlanina at strika lønarhækkingina næsta ár og tað liggur í kortunum, at øll fakfeløgini skulu nú viðgera spurningin vør í sínum lagið. So skulu tey øll hittast st koma til eina felags niðurstøðu, sum síðani verður handað landsstýrismonnunum.
Í gjár hevði Starvsmannfelagið álitismannafund um málið, men av tí, at øll fakfeløgini skulu viðgera spurningin, er Selma Ellingsgaard ikki sinnað at siga nakað um, hvørja niðurstøðu fundurin kom til. Hon heldur, at tað kann órógva viðgerðina í hinum fakfeløgunum.
Leingja sáttmálan eitt ár
Í eina tíð hevur tað nú verið kunnugt, at ein partur av kreppupakkanum hjá samgonguni er at bíða við lønarhækkingini, sum skuldi vera 1. oktober í ár, til 1. oktober næsta ár.
Tað merkir í veruleikanum, at lønarsáttmálin skal leingjast eitt ár, uttan nakra lønarhækking.
- Sáttmálin gongur út 1. oktober næsta ár, men eftir upplegginum frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum skal hann leingjast eitt ár, so at ongar samráðingar verða aftur fyrrenn til 1. oktober í 2011.
- At halda teir undirskrivaðu sáttmálarnar er eitt ógvuliga prinspielt mál, staðfestir Selma Ellingsgaard.
Hinvegin staðfestir hon, at tað er ikki neyðugt at verða tann stóri roknimeistarin fyri at rokna út hvat fer at henda, halda fakfeløgini fast um lønarhækkingina, tí hon fer at kosta landskassanum 60 milliónir eyka.
- Vit eru fullgreið yvir vandan, sigur hon
Vandin, hon sipar til, er, at tað er lítil ivi um, at tað fer at føra til nógvar uppsagnir.
Samgongan hevur nevniliga boðað frá, at næsta ár, skal føroyska samfelagið rekast fyri sama krónutal sum í ár, samstundis sum at sparingar skulu setast í verk.
Hetta eru teir báðir ótespuligu møguleikarnir, fakfeløgini hava at taka støðu, altso grundleggjandi prinsippið um at halda fast um sáttmálan ella at vísa samhaldsfesti og frásiga sær eina lønarhækking fyri at forða fyri so nógvum uppsagnum, sum gjørligt.
Ikki uttan víðari
Hinvegin skilst á forkvinnuni í Starvsmannafelagnum, at í øllum førum er tað lítið sannlíkt, at fakfeløgini fara at sleppa lønarhækkingini treytaleyst.
- Sjálvandi fara vit ikki at sleppa eini slíkari avtalu uttan víðari, sigur hon.
Men hvørjar treytir, fakfeløgini kunnu hugsast at seta, vil hon ikki siga um.
Hinvegin staðfestir hon, at tað er onki dulsmál, at nógvir limir í fakfeløgunum eru ørkymlaðir av teimum raðfestingum, sum samgongan hevur gjørt, eitt nú tunnilsætlanin Norður um Fjall og aðrar verkætlanir.
- Fólk undrast á, at landið heldur seg hava ráð til summar av teimum íløgum, sum liggja í kortunum, samstundis sum tað er neyðugt at taka eina lønarhækking frá almennum starvsfólki.
- Spurningurin, vit seta, er, um tað er neyðugt at skerja lønina hjá almennum starvsfólki, tá ið vit samstundis síggja, hvørjar íløguætlanir, samgongan hevur, leggur Selma Ellingsgaard afturat.
Friðurin skuldi tryggjast
Tá ið sáttmálin varð gjørdur í 2006, legði landsstýrið áherðslu á at fáa ein fýra ára sáttmála til 2010, fyri at tryggja frið á arbeiðsmarknaðinum.
hvat halda tit um tað, at nú hevur landsstýrið so sjálvt brotið hendan friðin?
- Tað er púra givið, at vit læra av søguni og alt tað, sum hendir, setir síni spor, sigur Selma Ellingsgaard.
Men sjálvt um hon ikki ivast í, at hetta fer at seta síni spor til næstu samráðingar, um tær so vera í 2010, sum sáttmálin sigur, ella í 2011, sum landsstýrið ætlar, vil hon kortini ikki siga, at hetta fer at føra við sær, at Starvsmannafelagið aldrin fer at gera ein langan sáttmála aftur.
- Tað fer støðan at vísa, tá ið vit hittast aftur, sigur hon.