Línuskip fekk kvotu men manglar veiðiloyvi

Helena er á listanum at fiska í Grønlandi, men manglar veiðiloyvi

Trý skip, sum hava fingið loyvi at fara til Eysturgrønlands at fiska, Helena, Mascot og Eysturoyingur, hava ikki verið í drift í longri tíð. Alíkavæl hava tey fingið lut í kvotuni í Grønlandi

 

Afturum málið

Línuskip hava í ár møguleika at fiska 875 tons av toski og 375 tons av brosmu í Eysturgrønlandi. Fiskiskapurin fer fram millum 1. juni og 16. november og er býttur í 10 tíðarskeið, har hvørt tíðarskeið er tríggjar vikur.

 

Eitt línuskip kann søkja um at sleppa at fiska í einum av hesum tíðarskeiðum og tonsini verða býtt út at fiska, alt eftir hvussu nógv skip søkja um at fiska í einum tíðarskeiði.

 

Tað vórðu tilsamans 18 línuskip, sum komu á listan hjá Vørn at fiska tosk og brosmu í Eysturgrønlandi av eini felagskvotu. Tann felagskvota er 875 tons av toski og 375 tons av brosmu. Felagskvotan verður býtt út á tann hátt, at talið av skipum verður býtt við tonsatalinum. Í hesum føri eru tað 18 skip, tað vil siga, 48.6 tons av toski og 20.8 tons av brosmu uppá hvørt skipið.

 

Í tíðarskeiði 1 (1. juni – 21. juni) søktu seks línuskip um at sleppa upp í part. Jákup B., Mascot, Pison, Skørin, Helena og Sigmund og harvið bleiv tonsatalið av toski og brosmu í tíðarskeiði 1 lagt eftir teimum seks skipunum. Tað vil siga, at tað blivu 297,67 tons av toski og 125 tons av brosmu at fiska eftir í tíðarskeiði eitt. Tað er tó ein felagskvota, ið merkir, at í prinsippinum kann tað fyrsta skipið fiska allan fiskin.

 

 

Tað merkisverda

Tað merkisverda við hesum er, at trý skip, sum hava fingið loyvi at fara til Eysturgrønlands at fiska, Helena, Mascot og Eysturoyingur, ikki hava verið í drift í longri tíð. Alíkavæl hava tey fingið lut í kvotuni í Grønlandi.

 

Tað merkir til dømis, at í tíðarskeiði eitt, har Mascot og Helena eru skrásett, eru nú tvey skip, sum ikki fiska, men kvota er givin til teirra alíkavæl. Tí eru fýra skip, sum fara til fiskiskap eftir eini kvotu, sum er býtt út til seks skip. Tað vil siga, at upp á hvørt skip verður nú 73 tons av toski og 31,25 tons av brosmu.

 

Til samanberingar er tað bert Sandshavið, ið er skrásett at fiska í tíðarskeiði trý og har er kvota bert til eitt skip, sum er 48,6 tons av toski og 20,83 tons av brosmu.

 

Í døminum við Helenu ger tað seg eisini galdandi, at hon hevði hvørki veiðiloyvi ella fiskiloyvi tá hennara tíðarskeið í Grønlandi byrjaði 1. juni. Veiðiloyvi bleiv tann 22. mai flutt yvir á Slættaberg, ið fiskar av felags svartkjaftakvotuni. Tískil hevur eitt línuskip, ið hevur fingið loyvi at fiska í Eysturgrønlandi, hvørki veiði- ella fiskiloyvi og tískil letur tað upp fyri, at línuskip í tíðarskeiði eitt hava størri atgongd til kvotuna enn skip í øðrum tíðarskeiðum.

 

 

Meira um hetta mál á in.fo um eitt bil.