Høvuðsavtalan hjá Føroya Lærarfelag við Fíggjarmálaráðið skal sigast upp. Tað gjørdist greitt á aðalfundi felagsins um vikuskiftið, tá ein meiriluti av teimum, sum møttu á aðalfundinum, ynsktu at siga avtaluna upp.
- Orsøkin er, at fólk eru ikki nøgd við høvuðsavtaluna. Tað stendur í avtaluni, at tá hon verður søgd upp, so skulu samráðingar um eina aðra avtalu byrja, sigur Jóhannes Eli Iversen, formaður í Føroya Lærarfelagi.
Uppsagnartíðin er seks mánaðir, og Jóhannes Eli Iversen sigur seg vóna, at ein nýggj høvuðsavtala kann fáast í lag áðrenn tað. Um tað ikki ber til at samráða seg til eina nýggja avtalu, so er tann gamla avtalan enn í gildi. Tískil kann tað enda við, at Føroya Lærarafelag ikki fær eina nýggja avtalu.
- Tað er ikki til at siga enn, hvat fáast kann burturúr. Nevndin hevur ikki havt fund um hetta enn, men trupulleikin verður tikin upp, tá nevndin kemur saman aftur næstu ferð, sigur Jóhannes Eli Iversen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Onki val varð á aðalfundinum um vikuskiftið, men næsta ár er nevndarval á skránni í Føroya Lærarafelag.