Ein kvinna varð í gjárkvøldið funnin á lívi undir húsaleivdunum í italska býnum L´Aquila, sum fór illa av jarðskjálvtanum mánanáttina Sky News veit at siga, at kvinnan eitur Eleonara, og at hon bleiv funnin við hjálp frá servandum hundum og nútímans tøkni. Hon lá undir einum rapaðum húsum í miðbýnum í L?Aquila.
-Hon hevur fingið skaða í armarnar og beinini, men hon hevði vitið alla tíðina, meðan vit hjálptu henni út, sigur talsmaðurin hjá bjargingartænastuni.
Læknar, sum arbeiða í jarðskjálvtaøkinum, siga við Sky News, at nógv fólk eru deyð eftir at hava fingið ymiskt oman yvir seg, men at fleiri eru deyð av hjartaslagi ella skelki orsakað av skjálvtanum.