Framfúsin, íðin, tosar hart, ábyrgdarfullur og blíður. Hesi orðini kunnu av sonnum lýsa pápa, ið fyllir 60 ár fríggjadagin 3. novembur.
Pápi vaks upp tey fyrstu árini heimi í Kunoy. Tá hann var blivin ein stórur smádrongur, flutti hann inn til Klaksvíkar.
Í Klaksvík kom áhugin fyri sjónum og tí ið har til hoyrir, og hevur tað eyðkent pápa fram til dagin í dag.
Seinast í 60-unum fór pápi á maskinmeistaraskúla, og eftir lokið prógv, fór hann við trolara hjá Kjølbro.
Í 1971 bleiv hann giftur við mammu, Ingrid, sum er dóttir Óla og Soffíu Matras í Klaksvík.
Miðskeiðis í 70-unum fór pápi at sigla hjá Maersk. Eftir stutta tíð hjá Maersk, bleiv hann útnevndur ”Chief”, og minnist meg rætt, var hann tá ein tann yngsti ”chief’urin”, sum var útnevndur hjá Maersk. Í 25 ár var Maersk arbeiðsplássið hjá pápa.
Tá pápi so valdi at leggjast upp á land, mátti tað hava tilknýti til sjógvin, og er hann í dag meistari á Klaksvíkar Sleipistøð, har eitt vaksandi virksemi er komið úr hondum hansara.
Saman við synunum, hevur hann eisini tikið sær av PhotoCare, bæði sum krambakallur og sum fixari, tá ið maskinur og annað hava havt trupuleikar - ja, enntá hava teknikararnir niðri í Danmark sagt seg hava ein fínan samstarvsfelaga, hóast hann ongantíð hevur lært seg at arbeiða við hesum, so dugir hann eisini hetta.
Heima hava pápi og mamma fyri tíð síðani selt húsini til elsta sonin, og fluttu tey oman á Heygavegin, har tey keyptu húsini hjá Palmu og Rasmusi - og eftir at hava gjørt alt av nýggjum, broyttu húsini navn til Las Palmas...eitt sera hugnaligt heim, har gestablídni altíð ræður, og ein følir seg vælkomnan á gátt.
Trúfastur er pápi sum fáur, bæði í arbeiði og andaliga lívinum. Altíð til tíðina og heldur ein tíma ov nógv enn ov lítið eyðkennir hansara arbeiðssama lag. Og tað sást eisini tíðuliga, at hann hevur arvað góðu evni síni eftir mammuna, Andreu úr Kunoy, og pápan, Klávus, ið var av Húsum, men bleiv kallaður Klávus úr Kunoy. Hann hevur sítt fasta pláss í kirkjuni hvønn sunnudag, og tað mann ikki fara tað tiltak framvið í KFUM & KFUK, har hann ikki er við. Eisini hevur hann mangan tikið orðið, og tað sæst og hoyrist, at vegurin ið hann var leiddur á frá barnsbeini, er gøtan ið hann fylgir trúliga, bæði í við- og mótgongd, vegurin Jesus.
Óla Hans tosar eisini hart mangan, og rópar, men hetta ger bara persónin meira veruligan. Íðin fylgir hann KÍ, men sjálvandi vísir hann stóran áhuga fyri tí, onnur takast við - serliga hava vit (Finn og Andrias) upplivað at hann fylgir væl við tá vit hava vant fótbólt.
Altíð ringir hann, bæði tá ið gongur við og ímóti, við góðum ynskjum ella uppmuntran. Hetta trúfesti og nærlagni er eyðkenni fyri henda mann, sum vit so væl kenna.
Eina hjálpandi hond til synir, abbabørn og onnur, sigur hann ikki nei til, og sum ein lívsins lærumeistari fyri okkum synirnar hevur hann verið ógvuliga góður.
Nú fyllir hann 60 ár, og dagurin verður hildin saman við familjuni. Vit gleða okkum øll til at hátíðarhalda dagin saman við honum og vóna nógv góð ár afturat. Seinast haldi eg at hesi orðini lýsa væl virkisfúsni hjá Óla Hans: Framtíðin kemur av sær sjálvum - men ikki framgongdin!
Takk pápi fyri alt tú ert fyri okkum, vit elska teg, og vóna at vit fáa fleiri góðar løtur saman í komandi tíðum.
Eisini ein tøkk til mammu, tí vit vita at aftan fyri ein góðan mann er ein góð kona. – Takk fyri tit bæði, og Jesus fylgi tykkum.
Ynskja
Andrias, Finn og Jógvan við familju.