- Lættari at spáa um veðrið enn at vinna í vedding

Hann var danmarksmeistari í vedding í 1978, og hevur hvørja viku í 40 ár sent seðil inn. Tó at hann ikki er vorðin ríkur av hesum, so heldur hann kortini fram - og veðurlagið - tað er eisini ofta svikaligt, heldur Petur Skeel

Tað er ikki altíð lætt at siga, hvussu veðrið verður.

Tað noyddist Petur Skeel at sanna, tá hann valdagin segði frá illveðri í Sosialinum, hóast sólin skein oman og niðan allan dagin í Havn.

Hann roynir tó at tosa fyri síni sak, við at vísa á, at í Klaksvík var illveður henda dagin, so tað var ikki heilt av leið.

Fyri 20 árum síðani gjørdist Petur Skeel danmarksmeistari í vedding. Tað var Tipsblaðið, sum útskrivaði eina kapping í blaðnum. Vinningurin var 5000 krónur, og møguleika at gera uppskot til veddingar fyri Tipsblaðið í eitt ár, umframt ókeypis haldaragjald.

­ Tipsblaðið prentaði ein veddingarseðil í blaðnum, sum ikki líktist tí vanliga. Ætlanin var so at fólk skuldu vedda og senda blaðnum seðilin. Eg var millum tey, sum sendu seðilin inn, sigur Petur Skeel.

Í fyrsta umfari varð veddað hvørja viku í fimm vikur. Tá úrslitið varð talt saman, hevði Petur Skeel rættastu tølini av 13 teknum.

Tá tær fimm vikurnar vóru farnar, var Petur Skeel á 19. plássi, og av tí at 25 teir bestu komu við í finaluna, var hann millum teirra, sum slapp at halda fram í veddingini.

Í fyrsta umfari endaði hann á 16. plássi, aðru viku á 13. plássi o.s.fr. til hann endaði á 1. plássi.

­ Vinningurin var 5000 krónur, sum eg býtti millum okkum - konuna og børnini, so vit fingu 1000 krónur hvør.

Hetta var í 1978, og tá var henda peningaupphædd eitt sindur meira í virði enn í dag.

­ Umframt hetta so varð eg biðin um at gera uppskot til veddingar fyri Tipsblaðið í eitt ár. Vit vóru fleiri á liðnum, og høvdu eina pulju. Tann av okkum, sum hevði rættasta úrslitið fekk puljuna, sigur Petur Skeel.

Hann var minni enn so heppin í veddingini hvørja ferð. Hann veddaði antin heilt av leið, ella eisini hevði hann nógv rætt. Tá tað eydnaðist, so fekk hann puljuna, sum var 1000 krónur.

Petur Skeel sigur, at hann ikki er vorðin ríkur av veddingunum gjøgnum árini, og at hann ongantíð hevur fingið tann stóra vinningin.

Áhugi hansara fyri vedding byrjaði í 1950, tá Petur Skeel var í Danmark. Tá var tað ikki møguligt í Føroyum at vera við í donsku veddingini.

Tá hann fór heimaftur, tók ein svágur hansara yvir og veddaði fyri Petur Skeel hvørja viku. Síðan gjørdu teir rokningina upp av og á.

­ So er tað kanska lættari at spáa um verðurvánirnar, hóast tað eisini er torført?

­ Tað er lættari at spáa um veðrið enn at fáa vinning í vedding, sigur Petur Skeel.

­Viðvíkajndi verðurlagnum valdagin, so kom tað ringa veðrið, sum eg boðaði frá, longu náttina til mikudag, men minkaði skjótt aftur. Hertil er eisini at siga, at í Havn merkja vit einki til veðrið á høgætt.

­ Tað er ikki altíð lætt at gera forsøgnina. Tað hoyrist eisini á forsøgnini hjá Útvarpinum. Teir siga framvegis frá kavaæli í dag (tað var hósdagin), men í dag eru eini sjey hitastig.

­ Av hesum sæst, hvussu torført tað er at spáa um veðrið, sigur Petur Skeel, sum tó frameftir fer at siga frá veðrinum, eins og hann enn veddar hvørja viku.