Tað skal verða lættari hjá foreldrum í Føroyum - eisini hjá støkum foreldrum.
Tað vilja javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn og tí hava teir tríggir flokkarnir nú lagt uppskot fyri Løgtingið skal hækka bæði barnafrádráttin í skattinum og serliga barnaískoyti í forsorgarlógini.
Í løtuni er barnafrádrátturin í skattinum 6500 krónur fyri hvørt barnið um árið, men tað skjóta flokkarnir upp at hækka 1500 krónur, ella upp í 8000 krónur fyri hvørt barnið um árið.
- Endmálið er at lætta um hjá barnafamiljum, tí tær er ein av bólkunum í samfelagnum, sum hevur tyngstu byrðarnar av høga kostnaðarstøðinum, siga teir tríggir flokkarnir.
Somuleiðis mæla teir til, at barnaískoytið til stakar uppihaldarar, sum nú er 1.632 krónur um ársfjórðingin, verðru hækkað upp á 2.400 krónur um ársfjórðingin.
Teir tríggir flokkarnir vísa á, at hesi seinastu fýra árini er fólkatalið í Føroyum minkað 505 fólk – úr 48.702 fólkum, niður í 48.197. Tað er ein minking upp á eitt prosent.
- Støðan er tó meira álvarsom enn so, tí tað eru næstan bara yngri kvinnur, sum fólkatalið minkar við. Í sama tíðarskeið minkaði talið av kvinnum í burðardyggum aldri, sum er frá 15 til 49 ár, nevniliga heili 511 kvinnur. Talan er um eina minking upp á 4,9 prosent.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framksókn halda, at barnatalið kann vera ávirkað av fíggjarligum viðurskiftum og fíggjarligi parturin kann eisini hava týdning, tá ið ung føroysk foreldur skulu gera av, um tey skulu seta búgv í Føroyum ella uttan fyri landoddarnar.
- Í øllum samfeløgum eru tað serliga stakir uppihaldarar við smáum børnum ið eru í fátækraváða
- Í Føroyum hava barnafamiljur við bert einum uppihaldara ofta torført við at fóta sær í samfelagnum, serliga orsakað av høga kostnaðarstøðinum.
Ofta hava stakir uppihaldarar í Føroyum tískil ikki aðrar møguleikar enn at flyta til eitt av av grannalondunum, har fíggjarligi stuðulin er munandi størri enn í Føroyum, samstundis sum kostnaðarstøði eisini er heldur lægri.
Somuleiðis kunnu trongu fíggjarligu umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum gera, at fleiri føroyingar eftir loknan lestur ella lærutíð uttan fyri landoddarnar, verða búgvandi uttanlands.
Hesi bæði uppskotini fara at kosta landskassanum 23,6 milliónir um árið, men væntast kann, at ein stórur partur fer aftur í umfar í samfelagnum, so tilsamans verður kostnaðurin kanska einar 16 – 17 milliónir.