Skála hevur tikið øll á bóli í hesum kappingarárinum við at leggja seg á odda í 1. deild og halda seg har. Men í kvøld eru skálamenn á kanska truplastu uppgávuni higartil í ár, tá ið teir skulu yvir um fjørðin og dystast við NSÍ.
Allir mans tøkir
Dysturin millum NSÍ og Skála skuldi verðið leiktur sunnudagin, men av tí at runavíkingar leiktu InterToto dyst móti Esbjerg leygardagin, bleiv dysturin útsettur til í kvøld. Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ, sigur, at heimaliðið hevur alt fólkið tøkt til dystin, og hann heldur ikki, at tað er nakar vansi fyri runavíkingar, at teir leiktu ein krevjandi dyst leygardagin, tí at tað eru longu fýra dagar síðani, so tann dysturin skuldi ikki sitið í beinunum á spælarunum hjá NSÍ, heldur Jógvan Martin Olsen.
Skálamenn hava eins og runavíkingar alt fólkið tøkt til dystin móti NSÍ, hóast onkrir spælarar hava havt onkrar smærri snuddir at dragast við í seinastuni. Johan Nielsen, venjari hjá Skála, sigur, at dysturin í Runavík er ein torførur dystur, eins og allir aðrir, men teir fara á vøllin fyri at vinna dystin. Skálavenjarin heldur, at NSÍ hevur eitt gott lið, og somuleiðis hava runavíkingar tørv á stigunum. Eins og Jógvan Martin Olsen, er Johan Nielsen av teirri áskoðan, at tað ikki er til fyrimuns fyri nakran, at NSI leikti krevjandi dyst móti Esbjerg fyri fýra døgum síðani.
Verður hugt eftir hagtølunum, so benda tey á ein sigur til NSÍ. Tær báðar undanfarnu ferðirnar í fjør og fyrraárið, at liðini hava hitst til dyst í 1. deild í Runavík, er tað heimaliðið, ið hevur verið við yvirlutan. NSÍ hevur vunnið hesar báðar dystir ávíkavist 3-1 og 2-0. Dysturin í Runavík í kvøld byrjar klokkan 19, og dómari verður Páll Augustinussen.