FrítíÐarÍtriv
Tá tosað verður um dreingir og frítíðarítriv, verður mangan bara hugsað um telduspøl, sjónvarp og ítrótt. Men tað eru eisini dreingir, ið hava onnur frítíðarítriv, sum eru minst líka spennandi og ið hvussu so er minst líka mennandi.
Ein av teimum er Dennis M. Rólantsson Christensen í Kollafirði.
Tað, sum honum dámar best, er hvørki framkomin telduspøl ella filmar.
Nei, hann er veiðimaður burturav og trívist best úti í natúruni undir opnum himmali og alt summarið er hann sjáldan undir taki.
Men, viðgongur hann kortini, um veturin, tá ið veðrið er ringt, er ikki so galið at hava telduna.
Veiðimannalyndi hevur hann ikki frá fremmandum, tí hann bregður ikki burtur úr ætt.
Abbin í Danmark er íðin veiðimaður og familjan hjá pápanum her heima brúkar eisini nógvar tímar í báti.
Serliga væl dámar honum at fiska og tað eru so mangir dagar, at hann, so títt og knapt skúlataskan er ripað inn í gangin, sæst fara titandi ígjøgnum bygdina við tráðu í hond.
Hann plagar ofta at vera á seiðabergi og tað er ikki so lítið, hann hevur drigið til húsar ímillum ár og dag og hann er heldur ikki seinur, tá ið boð eru eftir honum at flota bátin, sum tey eiga.
Onkuntíð hava teir verið langa leið úr landi við bátinum, pápin og hann, saman við øðrum, men tað hevur ligið væl fyri og rætta sjónatúru hevur hann eisini, tí sjóverkin beit hann í seg, tí ikki skuldi hann forða honum at fiska.
Arbeiddi fyri tráðu
Men júst hetta er tíðin, tá ið tey, sum hava alsk til at fiska laks og síl standa sum riparatindar í hvørjum ósa og á hvørjum áarbakka, við tráðu, línu, flugum og spinnarum.
Og ímillum teir garvaðu laksafiskararnar, smæðist Dennis heldur ikki burturímillum.
Hóast hann bara er 12 ára gamalur, er hann longu royndur laksafiskari, tí hann hevur longu fiskað í fleiri ár, saman við nøkrum av vinmonnunum.
Hjá tí, sum fiskar laks, ræður um at hava útgerðina ílagi og tað hevur Dennis eisini. Hann hevur arbeitt fyrifallandi arbeiði av og á, eitt nú hjá IR lastbilum, eins og hann hevur smíðað við pápanum og fyri lønina hevur hann m.a. keypt sær tráðu, flugur, spinnarar og alla aðra útgerð, sum hartil hoyrir.
Tað plagar at vera misjavnt, hvussu tað hevur hilnast. Hini árini hevur hann mest fingið smærri síl, sum eru farin heil á pannuna.
Hann og vinmenninir hava eisini havt til stuttleika at gera hylar í áunum og har plaga teir at sleppa smásíl og smáan laks í, sum teir fáa.
Tær báðar áirnar, Botná og Dalá, eru føst mið hjá Dennis hesa tíðina, laksurin er fyri og í ár hevur borið serliga væl til.
Heili 19 stór síl og stórar laksar hevur hann drigið til hús og hetta er fyrstu ferð, at hann hevur fingið so stórar laksar, at tað loysir seg at skera til flak og at roykja.
Størsti laksurin, hann hevur fingið, fekk hann nú ein dagin. Hann var 79 sentimetrar langur og vigaði 6,6 kilo, so tað er góður biti.
Hjá Dennis er tað mest fiskaríið, sum dregur, tí seyð og jarðarbrúk tímir hann ikki so væl at fáast við. Men púra vist er tað, at ein 12 ára gamal drongur væl kundi havt funnið sær okkurt verri frítíðarítriv enn hetta.