Landið gongur á odda við at skapa stættarmun

Vit hava fingið nógv gjøgnum árini, men tað hevur verið við tógvið stríð, eisini við hørðum verkfalli, sigur Ingeborg Vinther.

Landið gongur á odda at skapa stættarmun, tá stjóralønirnar eru fimm til 10 ferðir eina arbeiðaraløn, sigur Ingeborg Vinther.

 

- Stættarstríðið er langt frá av, sigur Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

 

72 ára gamla vágsdaman var forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í 31 ár, frá 1980 til 2011. Hon myndaði føroyska samfelagskjakið øll hesi árini og vann arbeiðarunum nógv rættindi hesa tíðina, millum annað rættin til líka løn fyri menn og kvinnur í 1977 og skipanini av arbeiðsloysisskipanini í 1992.

 

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, bleiv einaferð endurgivin fyri at siga, at stættarstríðið í Føroyum var av.

- Tað haldi eg so bestemt ikki, at tað er. Vit hava enn láglønarbólkar í samfelagnum, vit hava enn fólk, sum ikki hava tað gott, og vit hava enn pensjónistar, sum liva undir fátækramarkinum. So stættarstríðið er als ikki av, sigur hon.

 

- Og landið gongur á odda við at skapa stættarmunin, tá lønin hjá almennum stjórum svara til fimm til tíggju arbeiðsmannalønir, sigur hon.

 

Í hesum døgum fara sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgunum við Føroya arbeiðsgevarafelag úr gildi. Ingeborg Vinther vil ikki gera viðmerkingar til sáttmálasamráðingarnar sjálvar, men heldur, at sjálvandi skal arbeiðsfólkið fáa tað sama, sum aðrir bólkar í samfelagnum hava fingið, nevniliga eina munandi lænarhækkan.

- Og aðrar ágóðar, sum aðrir fakbólkar hava, sum til dømis eina góða uppsagnartíð, sum tímalønt ikki hava. Rætturin at vera heima hjá sjúkum børnum uttan at missa løn skal leingjast upp í nakrar dagar, og annað, sum aðrir fakbólkar hava, sigur hon.

 

- Vit eru komin nokk so langt, men tað er langt á mál enn. Vit hava fingið nógv gjøgnum árini, men tað hevur verið við tógvið stríð, eisini við hørðum verkfalli, sigur hon.

 

Hóast Ingeborg Vinther er 72 ára gomul, er hon enn virkin á ymiskum økjum. Nú er hon nevndarlimur í landsfelag pensjónista og forkvinna í pensjónistafelagnum í Suðuroyar sunnaru helvt.

- Eg haldi, at onkur skal gera tað. Og er man raskur og frískur og hevur kreftirnar til tað, so kann mann saktans taka eitt tak afturat, sigur Ingeborg Vinther, sum seinnapartin skal halda 1. mai-dags røðu á Tvøroyri.

 

1. mai-dags-haldini í Føroyum eru nógv færri enn fyri nøkrum árum síðani, og tað harmast gamla fakfelagsforkvinnan um.

- Tað er skeivt, tí hetta er ein stríðsdagur hjá verkafólkinum, har tey kunnu siga sína hugsan og taka samanum, líta aftur á, hvat tey hava vunnið. Samstundis kunnu tey eisini varpa ljós á stríðið hjá fólkum í triðja heiminum, men í dag sæst lítið av øllum hesum. Tað er út av lagi vánaligt, sigur hon.