Landsdystin framum samráðingar

Samráðingarnar um nýggja samgongu eru parkeraðar, nú fótbóltslandsliðið skal í eldin

Tað hevur verið samráðst í at kalla uttan steðg, síðani Aksel V. Johanesen í gjár fekk álitið sum samráðingarleiðari, men í kvøld er ein steðgur í.

 

- Vit hava arbeitt væl og leingi, men nú landsdystur er á skránni, hava vit valt at taka ein steðg, sigur Aksel V. Johannesen, sum sjálvur er farin á Tórsvøll at fylgja fótbóltslandsliðnum.

Aksel leggur afturat, at arbeiðið við at smíða nýggja samgongu verður uppafturtikið tíðliga leygardagin.

 

Hann vil ikki siga nakað ítøkiligt um, hvørji mál samráðst verður um, men hann staðfestir, at samráðingarnar ganga væl.

 

- Vit eru komin hampuliga væl áleiðis, og sjálvur haldi eg, at samráðingarnar ganga heilt væl, sigur Aksel V. Johanesen, sum í fyrstu atløgu hevur fingið 10 dagar til at seta saman nýggja samgongu.