Landskrona í light-útgávu!

Hóast fleiri – undirritaði íroknaður – hildu Heðin Askham fara til Íslands við einum ov ungum og ov óroyndum landsliði, var hetta gjørt fullkomuliga til skammar í gjár, tá tað endiliga eydnaðist at vinna á íslendingum

ÍTRÓTTARKLUMMAN

 

Sum sæst í dagsins blaði, vóru landsliðsspælararnir ikki minst uppsettir til Íslandsdystin, tí tað hevði verið eitt sindur av uppgangi í miðlunum undan ferðini. Fleiri settu spurningar til eitt og annað í sambandi við úttøkuna hjá Heðini Askham, sum var settur sum landsliðsvenjari til henda eina dystin, men øllum hesum vístu spælararnir aftur, har tað eisini riggar nógv best at gera tað: Á sjálvum vøllinum!

Eisini á hesum stað var eftir úttøkuna sett spurnartekin við, um tað nú var rætt at taka eina rúgvu av spælarum út, ið høvdu lítlar ella ongar A-landsliðsroyndir, tí ein landsdystur ímóti Íslandi er ikki nakað, tú eksperimenterar við. Tá avtornaði, var tað heldur ikki eitt lið við so øgiliga lítlum royndum, sum Heðin Askham valdi at byrja dystin við. Gamaní vóru tveir debutantar, men teir hava gjørt væl vart við seg á U21-landsliðnum, sum Heðin kennir út og inn. Og sjálvt um fleiri av hinum eru ungir og vóru tiknir upp á A-landsliðið av júst U21-landsliðnum, so hava teir longu vunnið sær fitt av royndum.

Merkisvert var eisini, hvussu væl føroysku spælararnir orkaðu, nú landskappingin enn ikki er farin í gongd. Hóast íslendingar skiftu út ikki færri enn seks ferðir, fyri at seta frískar menn inn, megnaðu teir ikki at skaka føroyska liðið, ið mestsum órørt fór ígjøgnum dystin, við bara tvimum útskiftingum.

Fyrri hálvleikur var ein fragd fyri eygað, og tað var fantastiskt at síggja Føroyar vera á odda við tveimum málum í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki var so bundið fyri, og íslendingar komu ongantíð í nánd av at hótta føroyska sigurin av álvara, tí hóast tað mesta snúði seg um verjuspæl síðstu trý korterini, so var tað bæði trygt og rutinerað, sum spælararnir avrikaðu á vøllinum.

Føroyski sigurin tekur íslendingum fast, meðan vit øll fegnast um hann. Hetta er ikki ein sigur, sum fer um allan heimin, men hann er kortini so søtur, at tú ikki kanst lata vera við at samanbera við Landskrona-avrikið á sinni. Hetta var einki minni enn ein light-útgáva av tí avrikinum, og tað var flott!