Landsliðið er ein fiasko

Fyrrverandi profilar á landsliðnum halda lítið um avrikini hjá landsliðnum og mæla til venjaraskifti

Fyrrverandi landsliðsspælararnir Allan Mørkøre og Jan Allan Muller mæla til, at nýggjur venjari verður funnin til a-landsliðið, nú liðið hevur tapt tveir dystir á rað 6-0.
- Eg segði tað, áðrenn hann tók við, og eg haldi, at nú hava øll sæð tað í verki. Jógvan Martin hevur ov lítla respekt millum leikarnar. Einki gott kemur burtur úr einum 6-0 tapi, og um nøkur krøv verða sett til landsliðsvenjaran, so eigur hann at fara frá nú, sigur Allan Mørkøre, sum hevur spælt 54 landsdystir fyri Føroyar, við Norðlýsið. Hann heldur, at landsliðið í løtuni er ein fiasko.
- Sjálvur spæli eg eisini í næst bestu deildini, men tað er eingin ivi um, at eg hevði staði meg nógv betur enn fleiri av hasum, sum als ikki eru góðir nokk til at bera føroyska landsliðsbúnan. Eg eri sera skuffaður, tí hetta ger, at áhugin og respektin kring føroyskan fótbólt er fallandi, og hetta kann ikki sleppa at halda fram, sigur Allan Mørkøre.
Jan Allan Muller, sum spældi 34 ferðir á landsliðnum, heldur, at skeivur venjari varð settur, tá Henrik Larsen gavst.
- Jógvan Martin kann ikki lastast fyri úrslitini. Hetta er meir ein skeiv avgerð og setan av leiðsluni í FSF. Teir hava ikki verið heilt greiðir yvir, at tað er tørvur á einum profili sum venjara. Um Jógvan skal steðga sum landsliðsvenjari, skal eg ikki døma um. Eg eri ikki nóg væl vitandi um støðuna, sum hon er. Men eg má siga, at tað er ikki rætt at seta ein fyrrverandi hjálparvenjara til høvðusvenjara, og har burdi leiðslan í FSF vita betur, sigur Jan Allan Muller við Norðlýsið.
Hann heldur, at Todi Jónsson kundi verið eitt goð boð upp á nýggjan landsliðsvenjara.