Landsliðið á venjingarlegu

Landsliðið í svimjing hevur verið á venjingarlegu í Fuglafirði um vikuskiftið. Venjarin hevur fyribils valt átjan svimjarar á landsliðið, og hesir eru í góðari venjing, heldur hann

Eftir venjingarleguna hjá svimjilandsliðnum, sum var í Fuglafirði um vikuskiftið, sigur landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti, at svimjararnir vístu, at teir eru í góðari venjing, og hann er nøgdur við venjingarleguna.
Svimjararnir hava verið fýra ferðir í hylinum, og teir hava harumframt havt rennitest og styrkivenjing. Tilsamans hava teir svomið 18 kilometrar.
Landsliðið venur aftur í apríl, og tá gongur leiðin til Vágs. Hetta er samstundis liður í fyrireikingum til DKM, sum verður í býnum Nærum í Danmark. Til hesa kappingina fara Andras Thomsen, Jóanes á Fløtti og Elisabeth Rasmussen úr Havnar Svimjifelag.
Hesi trý fara eisini til kappingina Køge Open, ið verður sama vikuskiftið.


Landsliðið

Ottar í Hjøllum,Flot (Toftir)
Beinir Danielsen, Flot
Per S.Hansen, Flot
Jóanes á Fløtti, HS (Havnar Svimjifelag)
Kristoffur Hentze, HS
Jón Absalonsen, HS
Janus Olsen, HS
Búi Rouch, HS
Egil Gunnarsson, HS
Aksal Norðfoss, HS
Andrass Thomsen, HS
Elisabeth Rassmussen, HS
Helga Djurhuus, HS
Hanus Eysturdal, HS
Karina Peterssen, FS(Fuglafjarðar Svimjifelag)
Jákup Mohr, FS
Sára Eidesgaard, TS (Tvøroyrar Svimjifelag)
Shaila millum Garðarnar, TS

Venjari er Petur Heðin á Fløtti og hjálparvenjari er Malena Hansen