Landsliðsfótbóltur á FM1 frá klokkan 14 í dag

(FM1) Gestir hjá Tróndi Arge á FM1 verða Lars Olsen, landsliðsspælarar, Sorin Anghel, Teitur Joensen og Heðin Askham

Stór landsliðsfótbóltssending verður á FM1 frá klokkan 14 í dag.

Klokkan 14 til 14.50 verður fótbóltspanelið við Lars Olsen sum gesti endursent.

Klokkan 15 til 17 verður sent beinleiðis av Tórsvølli. Gestir verða Sorin Anghel, Teitur Joensen og Heðin Askham. Eisini hoyra vit samrøður við landsliðsspælarar.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá Føroyar-Rumenia klokkan 17.

Aftaná dystin verður sendingin "Triði Hálvleikur" frá "Mixed Zone"

Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum millum Føroyar og Rumenia.