Landsliðsmálverji fer til meistaraliðið

Ári Egason Dam fer at standa millum stengurnar hjá føroyameistarunum H71 komandi kappingarár.

 

Málverjin Hanus Kristiansen, sum hevur staðið seg væl farna árið, fer av landinum og verður ikki við, tá hoyvíkingar skulu royna at varðveita sætið á tindinum. Nevndin hevur borið skjótt at, og nú er greitt, at 25 ára gamli Ári Egason Dam verður partur av hópinum.

 

Málverjin kom heim úr Danmark í 2009, tá hann vann sær plássið sum málverji hjá Neistanum. Skjótt sendi landsliðsvenjarin eisini boð eftir honum. Ári Egason Dam hevur verið ein av profilunum hjá Neistanum, sum hevur vunnið eina rúgvu av gullmerkjum seinastu árini. Hann var kortini ikki við seinnu kappingarhálvu í ár av persónligum ávum, men nú ger landsliðsmálverjin seg kláran til enn eitt kappingarár – hesa ferð við gullvinnarunum úr Hoyvík.