Súna og Pernille bresta saman í Champions League

CSM Bukarest og Budocnost eru komin í ein spennandi bólk

Tað vera væntandi og vónandi tvær føroyingauppgerðir í Champions League í hondbólti hjá kvinnum

 

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg sum royndi seg í Champions League við Storhamar í farna kappingarárinum, skal í komandi kappingarárinum aftur royna seg í Champions League.

 

Hesaferð verður tað við rumenska liðnum, CSM Bukarest.

 

Eitt av mótstøðuliðnum hjá CSM Bukarest verður liðið hjá Súnu K. Hansen, Buducnost úr Montenegro. 

 

Hini liðini í innleiðandi bólki A eru Team Esbjerg, Krim, Borussia Dortmund, Ferancvaros, Sola HK, og Brest Bretagne.

 

Team Esbjerg kenna Pernille og Súna væl frá donsku liguni. Sola kennir Pernille væl frá oddastríðnum í bestu norsku hondbóltsdeildini í undanfarna kappingarárinum. 

 

CSM Bukarest spælir fyrsta dystin í Champions League á útivølli móti Krim. Dysturin verður leiktur 5. september. Dagin eftir spælir Budocnost dyst á heimavølli móti Ferancvaros.

 

Føroyingauppgerð verður í Bukarest 12. september klokkan 14, tá CSM Bukarest og Buducnost spæla innanhýsis dyst í øðrum leikumfarinum. 

 

Átta av 14 teimum innleiðandi dystunum vera leiktir í heyst. Hinir seks dystirnir vera leiktir fyrst í komandi árinum.