Tað var ólavsøkukórið, sum sang. Tey hava vant seinastu dagarnar, stóra kórið, sum telur yvir 200 sangarar. Eftir venjingina í dag var ætlanin at royna uppstillingina á Tinghúsvøllinum. Men av tí at veðrið var so gott ta løtuna, so valdu tey eisini at syngja, og løtan var so mikið góð, at tey tóku bara alla skránna ígjøgnum. Tey sungu eisini kvøðuna til Havnina hjá Poul F. Joensen, Tórshavn, og endaðu sum siður er á ólavsøku við tjóðsanginum.
Í ár er tað strandingurin Ásbjørn Berthelsen sum stjórnar ólavsøkukórinum.
##med2##
##med3##
Hann sigur í samrøðu við Sosialin, at kórsangurin ólavsøkudag er siðbundin, og fylgir einum føstum leisti.
– Endað verður við tjóðsanginum, og næst seinasti sangurin er Tórshavn.
##med5##
##med4##
##med12##
##med6##
##med7##
Kórleiðarin kann kortini seta sín dám á, og tað hevur týdning fyri Ásbjørn Berthelsen.
Hann hevur sjálvur gjørt satsirnar til allar sangirnar sum kórið framførir, burtursæð frá tjóðsanginum.
– Tjóðsangin havi eg ikki pilka við, sangin Tórshavn havi eg spælt eitt sindur við, og annars verður tað egnar útsetingar av kendum sangum, sigur hann.
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med13##
##med14##
##med15##
Í 2020 tók Ásbjørn Berthelsen rútmiska útbúgving á konservatoriunum í Aalborg. Síðani tað hevur hann verið sera virkin í kórtónleiki, og hevur flutt seg frá gospel, til meira rútmiskan tónleik.
Í dag er Ásbjørn Berthelsen kórleiðari hjá trimum kórum, hann endurstovnaði Stranda sangkór í 2020. Í 2024 gjørdist hann kórleiðari hjá Xperiment, tá Sigrið Sivertsen, sum stovnaði kórið, gavst, og Ásbjørn er eisini kórleiðari hjá Fljóðljóð, sum er eitt kvinnukór við royndum sangarum.
Í trýstið video her á síðini fyri at hoyra og síggja kórið syngja »Tórshavn« og tjóðsangin »Tú altfagra land mítt«.
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
##med40##
##med41##










