Støðan á Landssjúkrahúsinum verður meiri og meiri álvarsom.
Hóast bæði læknar, sjúkrasystrar, og onnur, í fleiri ár hava ávarað upp í saman um, hvussu álvarsligar avleiðingar tað hevur fyri Landssjúkrahúsið, at tað ikki fær meiri pening at arbeiða við, verður tað aftur neyðugt at spara í ár.
Og nú eitt uppskot um eykajáttan er lagt fyri tingið, har Landssjúkrahúsið ikki er nevnt millum teir stovnar, sum ætlanin er at geva hægri játtan í ár, hevur Læknaráðið á Landssjúkrahúsinum kallað saman til fundar.
Læknaráðið hevði fund nú um vikuskiftið, har fíggjarstøðan hjá Landssjúkrahúsinum var til viðgerðar.
Og fundurin endaði við enn eini áheitan á politikarnar um at geva Landssjúkrahúsinum størri gætur.
? Tað ger okkum ikki sørt bilsin, at Landssjúkrahúsið onga eykajáttan fær, siga teir báðir yvirlæknarnir, Heðin Thomsen, sum er formaður í Læknaráðnum og Torbjørn Viderø, sum er næstformaður.
Fingið fleiri útreiðslur
Teir vísa á, at eftir uppskotinum til eykajáttanarlóg, sum landsstýrið legði fram leygardagin, fær Landssjúkrahúsið einar 3,3 milliónir krónur til útbyggingar.
Men tað fær ongan pening til at bøta um raktsurin.
Og nettupp tað halda teir báðir yvirlæknarnir eru átrokandi hjá sjúkrahúsinum at fáa
Eitt nú vísa teir á, at tær ymsu deildirnar hava eitt rakstrarhall upp á tilsamans 3,7 milliónir krónur frá undanfarnu árum, við sær inn í 2000.
? Hendan peningin hava deildirnar fingið álagt at spara innaftur tey komandu árini. og tað vil siga, at hetta fíggjarárið byrjaði við einum undirskoti upp á 3,7 milliónur krónur. ? Harumframt hava deildirnar ikki fingið fult endurgjald fyri lønarvøksturin, so her fara at resta 1,6 milliónir krónur í, sum deildirnar skulu gjalda afturat.
Somuleiðis vísa teir báðir yvirlæknarnir á, at nú verður eisini ein dýrur leiðslubygnaður settur í verk, sum Landssjúkrahúsið skal gjalda umframt.
Mugu fáa tól fyri 33 milliónir
Heðin Thomsen og Torbjørn Viderø siga, at Læknaráðið hevur áður víst á, at tað ikki bert eru lønirnar, sum økjast.
? Eisini eftirspurningurin eftir heilsuligum veitingum veksur, bæði talið av inn-leggingum og ambulantum viðtalum.
? Somuleiðis dýrkar bæði heilivágur, laboratoriikanningar og annað neyðugt tilfar.
Tað hevur eisini leingi verið funnist at, at útgerðin og tólini á Landssjúkrahúsinum eru alt ov gomul og ótíðarhósakandi, og at nógv er nú so uppslitið, at tað kemur javnan fyri, at tól ganga fyri mitt sum ein sjúklingur verður kannaður.Teir siga at Landssjúkrahúsið er nú so illa fyri í so máta, at tørvur er á at keypa og endurnýggja ymisk tól og ymsa útgerð fyri einar 33 milliónir krónur.
Bíðirøðirnar leingjast
Somuleiðis er støðan tann, at bíðirøðirnar leingjast.
Eitt nú er bíðitíðin nú umleið sjey mánaðar fyri at blíva innlagdur á hjartadeildina B8, tá ið sjúkan ikki krevur bráfeingishjálp.
? Á B7 og B6 er bíðitíðin umleið hálvan annan mánað, á B4 umleið ein mánað og á E3 fýra-fimm mánaðir.
? Hóast hesa bíðitíð, er ætlanin aftur í ár at steingja deildirnar B7, B6 og E3 í fýra vikur hvør í summar fyri at spara.
? Í 1999 vóru 25 vikur, har onkur av hesum deildunum var stongd, og onkur var dagdeild í fýra vikur, tvs, at hon var bara opin frá klokkan 8 til 16 um dagin.
Eins og í fjør fer helvtin av skurðdeildini eisini at verða stongd í einar 10 vikur í ár. Har er bíðitíðin einar 3 til 6 mánaðar.
? Á psykiatrisku deild verður eisini onkur av deildunum stongd einar tríggjar mánaðir íalt.
? At koma til húðlækna tekur uml. 6 mánaðar.
Teir báðir yvirlæknarnir siga, at enn er tað óvist, um tað fær nakrar avleiðingar fyri virksemið á Landssjúkrahúsinum, at tað ikki fær størri játtan í ár.
? Enn er tað ov tíðliga at meta um avleiðingar, tí bert tveir mánaðir eru farnir av árinum, og eingin uppgerð yvir fíggjarligu gongdina higartil er tøk, siga Heðin Thomsen og Torbjørn Viderø.