Løgmaður hevur í samráð við landsstýriskvinnuna í almannamálum í dag sett Eyðun Mohr Hansen sum aðalstjóra í Almannamálaráðnum Eyðun Mohr Hansen er 42 ára gamal og útbúgvin stjórnmálafrøðingur. Hann starvaðist í fýra ár sum fulltrúi í teirri donsku Ríkisrevisiónini og eitt ár sum fíggjarfulltrúi í Kort- og Matrikulstyrelsen.
Í tíðarskeiðinum 2002-2008 hevur hann verið deildarstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum. Eyðun hevur síðan oktobur í 2008 verið settur aðalstjóri í Almannamálaráðnum.
Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Almannamálaráðnum. Økið fevnir um: almannamál, familjumál og bústaðarmál.