Landsstýrið letur stuðul til børn og ung í Ukraina

Føroya Landsstýri fer at stuðla børnum og ungum í Ukraina, við at lata 10 milliónir krónur til humaniterar verkætlanir og átøk. Tað boðar Løgmálaráðið frá.

Dentur verður lagdur á at stuðla verkætlanum og átøkum hjá felagsskapum, sum luttaka í altjóða heildarætlanini fyri humanitert arbeiði í Ukraina. Verkætlanirnar skulu fremja livikor hjá børnum og ungum.

 

Áhugaðir felagsskapir mugu fyrst senda eina ”Expression of Interest”, við at fylla út oyðublað á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum á hesari leinkjuni. Útfylta oyðublaðið skal vera Løgmálaráðnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 3. mars 2024.

 

Útvaldir umsøkjarar fáa síðan undangóðkenning til stuðulsjáttan og verða bjóðaðir at lata inn fullfíggjaða umsókn um verkætlanarstuðul.

 

Meira kunning fæst við at venda sær til Løgmálaráðið á lmr(at)lmr.fo.