Jens-Frederik Nielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, luttók týsdagin á Copenhagen Democracy Summit í Skuespilhuset. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Landsstýris­for­mað­ur­in í Grøn­landi sakn­ar eina danska stjórn

Tað tekur langa tíð at skipa stjórn í Danmark, og tað er vandamikið fyri Grønland.

Jens-Frederik Nielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, luttók týsdagin á Copenhagen Democracy Summit í Skuespilhuset. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix


Grønland er undir stórum trýsti, sambært landsstýrisformanninum í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen.

– Eg vildi ynskt, at vit fingu eina danska stjórn skjótt. Tað hevði verið frálíkt fyri okkum í Grønlandi.

– Tí tá vit tosa um uttanríkispolitikk og verju og so framvegis, so snýr tað seg um danska kongaríkið, tað vil siga Grønland og Danmark tilsamans, segði Jens-Frederik Nielsen í pallsamrøðu á Copenhagen Democracy Summit.

Grønlendski landsstýrisformaður var í dag í Keypmannahavn fyri at luttaka á altjóða ráðstevnuni saman við millum øðrum virkandi forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen og fyrrverandi amerikanska trygdarráðgevanum John Bolton.

 

/Ritzau/

 

Jens-Frederik Nielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, luttók týsdagin á Copenhagen Democracy Summit í Skuespilhuset. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix