Uppgávan hesaferð var at hegna tvørtur um oynna

- Eitt av endamálunum við friðingini í Koltri er at síggja, hvussu Føroyar sóu út, áðrenn húsdjór komu til oyggjarnar

Herfyri vóru fólk úr ávíkavist Føroyum, Danmark, Sveis, Slovakia, USA og Kolumbia í Koltri.

 

- Samanlagt vóru níggju fólk her í samband við átakið hjá Visit Faroe Islands, Closed For Maintanance.

 

Á Facebook-vanganum Koltur verður sagt, at uppgávan hesaferð var at hegna tvørtur um oynna.

 

- Hetta er í samband við, at umleið 80 prosent av oynni skal friðast fyri bit hjá djórum.

 

Á vanganum verður sagt, at eitt av endamálunum við friðingini er at síggja, hvussu Føroyar sóu út, áðrenn húsdjór komu til oyggjarnar.

 

Í Koltri fegnast tey um hjálpina, tey hesaferð fingu.

 

- Eitt gott átak, har nógv sæst aftur eftir stuttari tíð. Takk fyri hjálpina, verður sagt á Facebook-vanganum, Koltur.