Svøríki við stórum kreppupakka

Tað er ikki bara oljuprísurin, sum er farin til himmals, men eisini prísirnir á eitt nú kunsttøðum til landbúnaðin

Svenska stjórnin leggur nú fram ein kreppupakka á fleiri enn 11 milliardir krónur í okkara peningi.

 

Hetta verður gjørt fyri at bjarga landbúnaðinum og flogvinnuni í orkukreppuni, sum stendst av krígnum í Miðeystri.

 

Sagt verður, at tiltøkini, sum svenska stjórnin nú tekur, eru ein beinleiðis avleiðing av krígnum millum Iran øðrumegin og USA og Ísrael hinumegin.

 

Tað er ikki bara oljuprísurin, sum er farin til himmals, men eisini prísirnir á eitt nú kunsttøðum til landbúnaðin.

 

- Kreppupakkin skal lánsfíggjast, sigur svenski fíggjarmálaráðharrin, Elisabeth Svantesson, við svenska SVT.