Í morgun, nú Búrhandilin í Skopun heldur sín 170 ára stovningardag, hevur borgarstjórin í Skopunar kommunu, Marjun S. Debes, lagt eina heilsa út á heimasíðuna hjá kommununi.
- Ígjøgnum ættarlið hevur tykkara handil verið ein týðandi partur av bygdarlívinum. Eitt stað við góðari tænastu, trúfesti og nærveru, sum hevur havt stóran týdning fyri fólk í gerandisdegnum.
Borgarstjórin heldu fyri, at tað at hava havt ein handil í 170 ár, kemur ikki av ongum, sum hon tekur til.
- Við góðari tænastu og sterkum virðum, sum hava staðið sína roynd gjøgnum ættarliðini, hava tit víst á, hvat skal til.
Í einari bygd er ein handil nógv meira enn bara ein handil.
- Sum tú, Kristoffur, segði so væl í einari samrøðu, so er handilin eitt savningarstað, har fólk hittast, fáa eitt gott prát og kenna seg væl.
Og borgarstjórin leggur aftrat:
- Eg havi havt nógvar góðar løtur í Búrhandlinum og minnist aftur á, tá vit vóru ung og plagdu at halda til í handlinum - ella uttanfyri Búrhandlin.
##med2##
Í sínari heilsan til Búrhandilin á degnum nevnir Marjun S. Debes ymiskt, sum hon minnist aftur á sum smágenta og ungómur, har Búrhandilin var ein miðdepil og savningrstaður í bygdini.
- Vit vóna, at handilin framhaldandi fer at verða eitt savningarstað í bygdini í nógv ár aftrat - við bestu ynskjum um góða eydnu og eina bjarta framtíð við Guds signing, skrivar borgarstjórin.
Heilsanin í fullum orðaljóði, sum Marjun S. Debes á stovningardegnum í dag hevur lagt út á heimasíðuna hjá kommununi, kann lesast á www.skopun.fo











