Lars Olsen hevur hinvegin saman við danska landsliðsvenjaranum, Morten Olsen, valt at atkvøða heldur lokalt. Teir hava báðir svensku superstjørnuna, Zlatan Ibrahimovic, sum besta spælaran í 2013.
Les eisni: Fróði peikaði á Ronaldo
Tað var í gjár, at altjóða fótbóltssamgongan hevði stóra Ballon d’Or gallakvøldið. Her gjørdist greitt, at Cristiano Ronaldo er heimsins besti fótbóltsspælari 2013. Hann vann heiðurin frammanfyri Lionel Messi og Franck Ribery.
Hvussu hevði tú atkvøtt? Sig tína meining undir greinini
Lars Olsen hevur tó fingið eitt so gott eyga á Zlatan Ibrahimovic, sum hevur skotið trý mál og lagt upp til eitt móti Føroyum í HM undankappingini, at hann hevur valt hann sum besta spælaran í 2013.
Les eisini: Ronaldo græt av gleði
Hann valdi Cristiano Ronaldo sum nummar tvey og Lionel Messi sum nummar trý. Her er Morten Olsen ikki heilt samdur, og hevur valt Lionel Messi sum nummar tvey og Cristiano Ronaldo sum nummar trý.
Les eisini: Øll málini hjá Ronaldo
Tað eru landsliðsvenjararnir, liðskiparar á landsliðnum og eitt umboð fyri fjølmiðlarnar í hvørjum landi, ið atkvøða. Atkvøðast skal fyri nummar eitt, tvey og trý.
Les eisini: Serstøk virðisløn til Pelé