Alt síðani orðaskiftið um neyðugar broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum av álvara tók seg upp - longu undan løgtingsvalinum í fjør vár - hava vit í Javnaðarflokkinum víst á, at líkamikið hvør endin verður, hvør útgangurin av málinum verður, so er avgerandi neyðugt, at ein altavgerandi meiriluti í fólkinum og tinginum tekur undir. At ein so stór semja er um avgerðina, at ongin kann ivast í, at hetta kundi ikki verða annarleiðis.
Tað eru tó ikki øll, ið hava lagt líka stóran dent á hetta, sum vit í Javnaðarflokkinum. Ja, onkur er, ið hevur hildið - og framvegis heldur uppá - at ein avgerð, ið er grundað á ein meiriluta uppá eina atkvøðu er nóg góð.
Tó, at síggja til, hava eisini samgonguumboð ásannað, at breið semja og stórur meiriluti er neyðug fortreyt fyri eini haldgóðari loysn, sum hevur við sær, at hetta mál ikki meira skal jarðleggja alt annað orðaskifti í hesum landi.
Ivi í samgonguni
Tað tykist nú sum vakna samgongufólk við kaldan dreym. Tað gerst teimum greitt, at vandi er fyri, at leið samgongunnar verður vrakað av fólkinum. Og at breiða semjan má verða meira enn føgur orð.
Tí hava vit eisini í ein ávísan mun upplivað í aðalorðaskiftinum higartil, at samgonguumboð - og serliga fólkafloksumboðini og løgmaður, men eisini onkur av tjóðveldisumboðunum, meðan Sjálvstýrisflokkurin uttan at blunka brendi allar brýr - hava sýnt ein ávísan vilja til at finna semju. Serliga løgmaður boðaði greitt frá, at tað kundi blíva neyðugt at justera málini, tí hann sá størsta vandan í eini støðu, har als onki bleiv broytt í ríkisrættarstøðuni.
Ítøkiliga hava fleiri víst á, at breið semja er rættuliga rættuliga langt ávegis. Hesi hava so eisini staðfest, at uppgávan nú er, at útgreina hvat semja er um, og hvar skilnaðirnir liggja. Her má eg vísa á, at tað var júst hetta, sum javnaðaruppskotið um stjórnmálanevnd tók hædd fyri.
Tað sýnist sum semja er um
?at løgtingsins heimildir og ábyrgd skulu vera suverenar - also skulu ikki kunna takast aftur.
?at ongar aðrar lógir kunnu vera yvir løgtingslógum
?at Løgtingið skal hava heimild at gera sáttmálar á teimum økjum, sum eru serføroysk
?at ongar avmarkingar skulu vera, fyri hvørji málsøki koma undir føroyskt ræði
Hetta síðsta tykist sambandsflokkurin tó ikki at taka undir við - enn í hvussu er.
Skilnaðurin gongur sostatt í spurninginum um sjálvan ríkisfelagsskapin.
Tvinnar leiðir
Meðan samgongan heldur uppá, at fyri at røkka høvuðsmálinum, er neyðugt at fara úr ríkisfelagsskapinum, at loysa, halda vit í Javnaðarflokkinum uppá, at somu mál kunnu røkkast við einum sáttmála í ríkisfelagsskapinum. Einum sáttmála, sum verður altjóða fráboðaður og sum ikki kann takast aftur av donskum myndugleikum. Tað er hetta vit hava nevnt eina sjálvstýrislóg.
Beint sum Javnaðarflokkurin hevði kunngjørt sítt boð uppá eina loysn av ríkisrættarspurninginum, blivu allar propagandamaskinur settar í hægstu ferð og allar maktir blivu ákallaðar fyri at sannføra um, at hetta uppskot var púra ógjørligt - hetta kundi ikki lata seg gera. Ja, onkur var enntá so grovur, at hann skýrdi tað fupp og svindul.
Lýti í Hvítubók
Sjálvandi fekk henda herferð ikki okkum í Javnaðarflokkinum at ganga frá okkara sjónarmiðum, tvørturímóti. Men tey, sum skrivaðu Hvítubók hóknaðu opinbart í kongunum. Tí við lítlari fakligari tygn burturvísa tey yvirhøvur at viðgera uppskotið. Hetta er eitt av mest álvarsomu kærupunktunum ímóti Hvítubók: At tey í besta føri lótu seg taka av fótum av eini politiskari herferð og í ringasta føri medvitað løgdu fakligheitina til viks fyri at tæna politisku áhugamálunum hjá arbeiðsgevaranum.
Men eisini vantandi viðgerðin av fullveldisætlan landsstýrisins er eitt álvarsligt lýti við Hvítubók. Tí hon viðgerð jú ikki tað ítøkiligu ætlanina hjá samgonguni. Hon problematiserar jú ikki tey stig, sum landsstýrið longu hevur kunngjørt. T. d. afturdelegeringina av stórum málsøkjum eftir fullveldisproklamatiónina. Hvørji juridisk, statsrættarlig osfr ivamál eru í hesum ætlanum. Onki av hesum finna vit í Hvítubók. Og tað eru annars viðkomandi spurningar.
Ógreitt ábyrgdarbýti
Tí aftur og aftur verður júkað, at við fullveldinum fáa vit eitt greitt ábyrgdarbýti, at vit tá við brestin fáa staðfest evsta vald og evstu ábyrgd í øllum lutum hjá Føroya Løgtingi. Men tá nú stór málsøki beinanvegin skulu afturdelegerast til Danmarkar, tá dugi eg í hvussu er ikki at síggja, hvar tað greiða ábyrgdarbýtið er. Taka vit t.d. rættarskipanina, so er fyri mær ógvuliga ógreitt, hvar evsta valdið og evsta ábyrgdin er, um tað verður afturdelegerað til Danmarkar. Um eitt so stórt málsøki ? onnur kundu eisini verið nevnd ? framhaldandi skal umsitast og fyrisitast av donskum myndugleikium, tá er eitt sindur ilt at síggja, hvussu evsta vald og evsta ábyrgd kann verða hjá Løgtinginum.
Um danskt embætisverk skal um- og fyrisita einum stórum málsøki, hvør hevur so evsta vald og evstu ábyrgd? Er tað ein føroyskur landsstýrismaður, ella er tað ein danskur ráðharri? Eftir hvørji lóggávu og eftir hvørji reglugerð skulu hesi málsøki rekast? Hvønn skal ein borgari kæra til, um hann verður fyri órætti í einum slíkum embætisverki?
Og ? ikki minst ? fer tað veruliga at bera til at sannføra ein danskan ráðharra um, at hann skal fyrisita eitt málsøki, sum hann ikki hevur evstu ábyrgd av? Eisini í Danmark er ráðharraábyrgd galdandi.
Undir øllum umstøðum eru nógv ivamál, hvørt fullveldi eisini fer at merkja veruligt sjálvstýri. Og ivamál og ógreiða stendur um hvar evsta vald og evsta ábyrgd eru. Hetta kemst ikki uttan um.
Hvør er setningurin?
Í einum so gomlum faki sum politikki, er jú ein veldug rúgva av lýsingum um, hvat hetta snýr seg um. Øll kenna orðini hjá Palme um at politikkur er at vilja. Somuleiðis er kent orðafelli at politikkur er kynstur ógjørligleikans. Og umskriva vit Klausewitz ber til at siga, at politikkur er kríggj uttan vápn.
Allar hesar lýsingar eru helst brúkiligar, alt eftir hvat við politiskum virksemi ein ætlar at lýsa.
Men hvat er tað so vit nú skulu hava vilja til? Hvat ógjørligt skulu vit alíkavæl gera? Og hvat stríð skulu vit stríða uttan byrsumúlar?
Vit kunnu staðfesta, at tá tað snýr seg um tað, sum Bjarni Djurholm í gjár nevndi ?reelt sjálvstýri?, er stór semja. Men munir eru á, hvussu sjálv tilgongdin er ætlað at blíva.
Samgongufrymilin
Eftir frymli samgongunnar er tað fullveldisyvirlýsingin í sjálvum sær, sum er rættarliga og politiska grundarlagið fyri at evsta vald og evsta ábyrgd koma á føroyskar hendur.
Hetta kann í fyrstu syfti tykjast ógvuliga einfalt og greitt. Og hevði kanska eisini verið tað, um vit yvirtóku, umsótu og rindaðu raksturin av øllum málsøkjum ? uttan undantak og beinanvegin.
Men soleiðis verður tað jú ikki. Samgongan, eins væl og Hvítabók, viðurkennir, at ein snuptaksloysn finst ikki. Tey rokna við longum skiftistíðum , bæði á fyrisitingarliga og á búskaparliga økinum. Heil málsøki skulu latast einum øðrum ríki at fíggja, umsita og fyrisita. Ein hópur av avtalum um samstarv á øðrum økjum skulu gerast. Og eitt annað ríki skal í drúgva tíð framhaldandi fíggja stórar partar av føroyska, serliga almenna, búskapinum.
Fortreytin fyri modellinum hjá samgonguni er, at avtalur um øll øki ? samstarvs- og afturdelegeringarøki t.d. ? verða gjørdar samstundis og samstundis sum fullveldislýsingin. Í og fyri seg átti hesi mál ? ríkisrættarliga støðan og samstarvsavtalur ? at verið óloysiliga tengdar saman. Tað verða tey, tí samgongan hevur kosið sær júst hesa mannagongd. At proklamera fullveldi sum fyrsta stig.
Javnaðarfrymilin
Sambært tí uppskoti, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram fyri almenningin og politiska heimin í Føroyum, er ikki neyðugt við øllum hesum heilgarderingum. Eftir okkara leisti kunnu vit fyrst gera ein altjóða fráboðaðan sáttmála, sum skal staðfesta føroysku heimildirnar til, uttan avmarkingar av nøkrum slag, at átaka okkum evsta vald og ábyrgd á teimum økjum, sum vit í Føroyum verða samd um. So hvørt vit blíva samd. Her er sostatt ikki talan um alt ella onki. Vit fáa stundir at fyrireika okkum ? fyrisitingarliga, eins væl og fíggjarliga ? á teimum einstøku økjunum. Krevjast serligar avtalur, kunnu tær gerast so hvørt sum tørvurin vísir seg.
Á teimum økjum, sum vit ikki enn ?hava tikið heim?, ella lagt undir løgtingsins suverena vald, halda galdandi skipanir fram. Tað kunnu tær í kraft av ríkisborgaraskapinum og í kraft av ríkisfelagsskapinum.
Lakmus royndin
Ongin ivi er um, at vit aftur í dag fara at hoyra, at uppskot Javnaðarfloksins letur seg ikki gera, er ómøguligt. Fyrr hava vit víst á, og hava fingið váttað, at tað letur seg gera.
Men, harra formaður. Lat tað koma ann uppá eina roynd í veruliga lívinum. Lat okkum royna hetta í eini samráðing við danskar myndugleikar, við donsku stjórnina.
Eg eri fullkomiliga sannførdur um at ein tílík lakmus-roynd fer at prógva, at okkara uppskot er haldgott.
Harra formaður!
Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum ávaraði ímóti vandanum fyri at detta niður í gjónna, um tú roynir at loypa tvørturum hana.
Eins og sáttmálar verða gjørdir millum minst tveir partar, so skulu semjur eisini gerast millum fleiri.
Men fyri at gera semjur, er neyðugt at finna ein felagsnevnara.
Lat okkum fara undir at finna felagsnevnaran.
Lat okkum fara til arbeiðis.
Lat okkum fylla gjónna, so ongin aftur kann detta í hana.
Bergur P. Dam