Lata fimm deildir aftur

Føroya Banki umskipar deildarnetið, og tað merkir fimm deildir færri kring landið og 14 starvsfólk verða í morgin søgd úr starvi

Tað eru ikki sparingar sum so ið hava ført til, at Føroya Banki nú boðar frá, at bankin letur fimm av teimum 14 deildunum, teir hava kring landið, aftur.

- Hetta er nakað vit hava arbeitt við í fleiri ár. Kassaavgreiðslurnar eru minkaðar frá umleið 2,5 milliónum fyri 10 árum síðani niður í 600-700.000 í dag. Hinvegin hava vit gjørt av at styrkja um kundaráðgevingina, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.

Tað verða deildirnar í Vági, Sørvági, á Strondum, við Norðskála og í Gøtu, sum mikudagin 12. november lata aftur.

Men samstundis letur ein nýggj kundatænasta upp.

- Vit leggja dent á at skapa sterkar ráðgevingaeindir í bankanum, og hetta hevur so við sær, at smærri deildir, ið mest hava fingist við vanligar avgreiðslur, lata aftur. Vit harmast um, at umskipanin av deildarnetinum hevur við sær, at fólk mugu úr starvi, sigur Janus Petersen.

 

Níggju deildir

Eftir umskipanina fer Føroya Banki at hava níggju deildir eftir. Tær eru í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri, í Saltangará, Fuglafirði, Kollafirði, Vestmanna, Miðvági og á Sandi. Tó fyriliggur ein ætlan um at leggja deildirnar í Vestmanna og Kollafirði saman um eitt ár ella so.

Mett verður ikki, at deildir við færri enn átta fólkum virkar optimalt, og tí er ætlanin nú at styrkja kundarøkt og kundaráðgeving á eftirverandi deildunum.

- Á stórum deildum ber til at skapa eitt spennandi fakligt umhvørvi við nógvum avbjóðingum fyri einstaka starvsfólkið. Vit ætla, at umskipanin skal hava við sær uppaftur betri og virknari kundarøkt, og vóna, at bankin framhaldandi kann draga fólk við góðum førleikum at sær, sigur Janus Petersen.