Nýkrím
Rógvi Nybo
Nýggja krímið er komið til Føroya. Ein tilburður er staðfestur í Føroyum, ein maður, ið kom til landið við Atlantsflogi týsdagin klokkan 14.
Men tá Landslæknin upp í fleiri ferðir hevur boða frá, at nýggja krímið ikki er nógv álvarsligari enn vanlig influensa, hví er so nógv fokus og so stór tilbúgving sett í verk til júst hetta krímið, hava vit spurt Bjarna á Steig, virkandi Landslækna.
- Tað sum er umráðandi í hesum er, at tað er ein nýggj sjúka. Hon er ikki í registaranum yvir skrásettar sjúkur, og man hevur altíð fyrivarni tá tað er ein nýggjur variantur, staðfestir Bjarni á Steig.
Hvat hendur, um tú fær hetta krímið?
- Tað sum hendur er, at hetta er eitt virus sum fer inn og ávirkar immunverjuna, eins og vanligt krím. Vit síggja eisini at tað eru fá, ið eru deyð, færri enn við vanligum krími, leggur Bjarni á Steig dent á.
Tá krímið ikki er so álvarsligt, hví so stóra tilbúgving, isolatión og ótta?
-Í tilbúgvingini liggur, at man metir fyrst og fremst um tað er nýtt, og so um tað er álvarsligt. Hesaferð er tað ikki álvarsligt, men nýtt. Í Føroyum eru vit ikki í fasu 6, tað vil siga at vit hava ikki staðfest smittu frá fólk til fólk. Enn er bert 1 tilfeldi í Føroyum, men hetta fer neyvan at vera verandi soleiðis, staðfestir Bjarni á Steig.
Ólavsøkan kann verða ein smittubumba
Hóast nýggja krímið ikki er álvarsligt, hevur tað í øðrum londum víst seg at smitta sera illa. Hetta kann koma at vera sera viðkomandi fyri Føroyar, nú summarið er í hásæti.
Henda komandi mánaðin verða nevniliga fleiri festivalar, slag í slag, og ólavsøkan, tá tað savnast millum 15- 20.000 fólk í miðbýnum í Havn, og Bjarni á Steig, virkandi Landslækni, staðfestir, at tað kemst ikki uttanum, at smittuvandin er stórur, tá so nógv fólk savnast, og tey klemmast og mussast og fløskur ganga munn av munni.
Sostatt kann ólavsøkan gerast ein sonn smittubumba, er smittan millum ólavsøkugestirnar.
Men Bjarni á Steig heldur tó fast við, at vit eiga at fyrihalda okkum róligani.
- Vit ráða fólki at uppføra seg akkurát sum vanligt. Hevur mann illgruna um, at man hevur verið í samband við onkran, sum hevur krímið, og mann sjálvur fær symptom upp á krím, eigur man at lata seg kanna. Men er man frískur, og eingi symptom hevur, er eingin orsøk at venda sær til læknan, staðfestir Bjarni á Steig, virkandi Landslækni.