Ein rúgva av nýggjum og spennandi tiltøkum verða í miðbýnum hesa ólavsøkuna. Talan er um tiltøk, sum aftur skulu fáa lív í Vaglið, Tórsgøtu og Vágsbotn. Harafturat byrjar ólavsøkan longu 25. Juli við ólavsøkukonsertini, sum á hesum sinni verður í Tórsgøtu.
- Ætlanin er at steingja Tórsgøtu fyri ferðslu og gera tað soleiðs, at fólk kunnu ganga inn og út úr økinum við Rio Bravo og við Miðlahúsið, sigur Heðin Mortensen.
Skapa lívligt umhvørvi
Leygardagin 26. Juli verða ymisk nýggj tiltøk á skránni. Millum annað skipar Bátafelagið fyri Dans på Brygga niðri í Vágsbotni, har tað verður livandi tónleikur, møguleiki at keypa sær ein góðan bita, og harafturat verður nýggja Café Vágsbotn eisini opin.
Sunnudagin verður so ikki nakað stórt tiltak, men tá verða tær seinastu fyrireikingarnar til teir báðar heilt stóru dagarnar gjørdar. Smærri tiltøk verða tó henda dagin, og ólavsøkan heldur sostatt áfram.
- Henda dagin fara vit at brúka til at rudda upp og at gera klárt til tað stóra brakið. Ein pallur, nevndur Tórspallur, verður settur upp við norðara enda á høvuðstrappuni á ráðhúsinum, og har verða nógv ymisk tiltøk ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, so sum dansur, tónleikur, sangur, skemt og fimleikur. Og sjálvandi kemur hetta at vera ókeypis, leggur borgarstjórin Heðin Mortensen dent á.
Endamálið við øllum hesum er at skapa eitt livandi umhvørvi í miðbýnum, sum skal skapa javnvág í konsentratiónini av tiltøkum.
- Seinastu árini hevur ólavsøkan verið ógvuliga konsentrerað kring kommunuskúlagarðin, og tað hevur verið eitt sindur tómligt í sjálva miðbýnum, og hetta ætla vit nú at broyta, sigur Heðin Mortensen.
Nógvir pallar
Umframt tann nýggja Tórspallin, verða eisini onnur nýggj høli við ymiskum tiltøkum tikin í nýtslu. Tórshavnar Býráð hevur keypt og renoverað Reinsaríið, og har er eisini ætlanin at hava fleiri tiltøk. Reinsaríið letur upp ólavsøkuaftan, og har verður livandi tónleikur at hoyra báðar ólavsøkudagarnar. Har verða millum annað spennandi nøvn so sum Páll Finnur Páll og Hanus G. Johansen at hoyra. Eisini verður Posthúskjallarin opin, soleiðs at fólk kunnu koma á gátt og fáa ein kaffimunn og hvíla sær beinini. Møguliga verður eisini tónleikur ella okkurt líknandi at hoyra har.
Í tinghúsgarðinum verða markisur og sølubúðir settar upp, og tað sama er galdandi oman eftir Áarvegnum. Endamálið við hesum er at sleppa av við teir eftirhondini slitnu skúrarnar, og at skapa eitt hugnaligt umhvørvi. Í Vágsbotni verður eisini ymiskt sett upp, og har verður eisini lív í alla tíðina.
Harafturat verður eisini Skansin karmur um eitt tiltak, har Undirbeat fer at halda konsert ólavsøkaftan 28.juli frá kl. 17.00 – 24.00.
- Sostatt koma tiltøk, ið venda sær til einhvønn føroying, at koyra leypandi kring allan býin og alla tjóðarhøgtíðina, vísir Heðin Mortensen á.
Ólavsøkan á hægri støði
Sjálva høvuðsendamálið við øllum hesum nýggju tiltøkunum, er at flyta ólavsøkuna oman aftur í miðbýin og at lyfta ólavsøkuna á eitt hægri stig.
- Vit vilja hava okkurt til allar føroyingar. Um tú ikki hevur hug at fylgja einum tiltaki, so fara vit nú alla tíðina at hava eitt alternativ, ið kanska hóskar betri til tann einstaka. Alt tað vanliga verður sum tað plagar. Ólavsøkuteltið og skjótibásarnir og alt tað verður enn uppi í Kommunuskúlagarðinum, og har kemur enn at verða nógv lív í alla tíðina. Ætlanin við hesum nýggju tiltøkunum er at flyta fokus oman í miðbýin og at geva øllum okkara gestum fleiri møguleikar. Vit vilja við hesum lyfta ólavsøkuna á eitt uppaftur hægri støði, staðfestir Heðin Mortensen at enda.
Av tí at ólavsøkan liggur soleiðs í ár, at ólavsøkuaftan er mánadag, er tað tískil gjørligt at skipa hana á henda hátt. Sostatt verður ólavsøkan drúgv í ár, og ivaleyst fer tað at taka nógvum fólkum drúgva tíð at koma fyri seg aftur eftir stóra hátíðarhaldið.