Ólavsøkusangurin rundar 80 ár

Kórsangur á Tinghúsvøllinum

Kórsangur á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag í sambandi við skrúðgonguna niðan í Tinghúsið; men tað serstaka er, at í ár eru 80 ár liðin, síðani hendan siðvenjan tók seg upp á Ólavsøku 1930, tá Edvard Mitens, tingformaður, og Jógvan Waagstein, tónaskald, høvdu skrivað kantatu til 900 ára minningarhald, um Ólav kong hin Heilaga, ið fall í bardaga á Stiklastøðum í Noregi 29. juni 1030.


Kantatan verður tí aftur høvuðsparturin í kórskránni í ár. Hon er skrivað fyri manskór, og tí er tað vón teirra, sum skipa fyri, at kunna savna eitt fjølment og máttmikið mannskór til hetta serliga høvið.


Solistur verður Herfinnur Árnafjall, ið er virkin sum solosangari í Týsklandi. Hann fer eisini at syngja solo í tveimum øðrum mannskórsatsum eftir J. Waagstein hvørs minni kórsambandið í sama viðfangi ynskir at heiðra við eisini tveimum av hansara sangum fyri blandað kór. Kvinnurnar verða so sjálvandi eisini við í kvøðu Poul F. Joensens og Hans Jakku Højgaards til høvuðsstaðin Tórshavn og í tjóðsanginum ”Tú alfagra Land mítt” eftir Símum av Skarði og Petur Alberg.


Venjingarnar verða tríggjar í ár: Hóskvøldið 15. juli í Læraraskúlahøllini, hóskvøldið 22. juli í Studentaskúlanum á Kambsdali. Og so aftur í Læraraskúlahøllini mánakvøldið 25. ella týskvøldið 26. juli, alt eftir sum sangararnir ynskja tað.