Tey, sum hava funnið sær regnskjólini fram, nú Ólavsøka er, sleppa allarhelst undan at brúka tey fyrr enn út ímóti midnátt í kvøld. Sambært norsku veðurstovuni, so fer at verða turt meginpartin av degnum. Tað hevur sirmað í Havn fyrrapartin, men nú er um at vera turt. Tað er framvegis mjørki í Havn, men seinasta tíman er hann lætnaður eitt vet. Út á seinnapartin kann sólin kaða fram.
Sum tað sæst í tíma-yvirlitinum hjá yr.no, fer tó at regna í nátt. Og heldur forsøgnin sær, so verður vátt líka til einaferð um fýra tíðina Ólavsøkudag, tá tað aftur slítir í.
Meira um veðrið í Havn um Ólavsøkuna her:
www.yr.no/place/Faroe_Islands/Streymoy/T%C3%B3rshavn/hour_by_hour.html