Ólavur hoyrir til býarmyndina í Klaksvík, og kanska komast fleiri við navnið, tí tað er ikki so langt síðani, at hann eitt leygarkvøld var gestur hjá Gunnari Nolsøe í Útvarpinum.
Ólavur er ættaður av Stongunum. Foreldrini vóru Jákup Samson, sum var ættaður av Vágsheygnum, og Jacobina, sum var úr Gerðum. Hon var dóttir Óla klokker, sum hann varð nevndur. Harvið var mamma Ólav systir eitt nú Kjølbro og Dáva úr Gerðum. Tey vóru tveir brøður og fýra systrar. Hon var yngst av systkjunum, og tá ið Ólavur er yngstur í sínum systkinaflokki, so ber tað við sær, at hann er yngstur av systkinabørnunum á móður síðuni.
Jacobina og Jákup Samson fingu fimm børn: Jona, Lilly, Edith, Samson og Ólavur. Jona, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, og Ólavur búsettust í Klaksvík. Lilly býr í Keypmannahavn, Edith í Søldarfirði og Samson á Viðareiði.
Ólavur var miðskeiðis í seksti árunum avlærdur maskinsmiðjur í smiðjuni hjá pápanum. Í 1970 leyk hann maskinmeistaraprógv í Keypmannahavn, og so var hann í tíggju ár smiðjumeistari í familjufyritøkuni. Tá ið hann fekk starv sum sýnsmaður hjá Tryggingarsambandinum Føroyar gavst hann við smiðjuni. Ólavur var í føstum starvi hjá Tryggingini inntil í summar. Nú er hann freelance sýnsmaður hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Í frítíðini hevur Ólavur verið tenorur í Emmaus kórinum og í Klaksvíkar Sangfelag, og tey seinastu árini hevur hann verið klokkari í Christianskirkjuni. Harvið hevur hann tikið arvin uppaftur eftir abban, Óla klokker. Ólavur er presidentur í føroyska blóðgevarafelagnum, hann er ein av trúgvu KÍ stuðlunum, honum dámar væl at krokkast í skúlagarðinum, og so hevur honum dámað sera væl at fáast við seyð. Hann er ognari á Uppsølum, har hann er ein av røktingarmonnunum, og á Skálatoftum, har hann hevur verið fjalmaður, og í 35 ár hevur hann gingið á fjall hjá sváginum, sum er bóndi í Gerðum.
Ólavur hevur lagt seg nógv eftir at gera tað lagaligari bæði hjá fjalmonnunum og seyðinum. Hann hevur verið hendinga góður í hesum, taka teir til, sum hava verið saman við honum í hesum høpinum. Eitt nú syrgdi Ólavur fyri meiri enn tredivu árum síðani fyri, at tað bar til at sleppa undan at binda seyðin niður, tá ið teir vóru á fjalli. Hann gjørdi grabbar, sum seyðurin stendur í, tá ið teir lossa hann niður í bátin.
Ólavur giftist í 1974 við Elinborg, sum er dóttur Onnu, ið var úr Nornastovu í Mikladali, og Jógvan Martin Joensen, sum var bóndi í Niðristovu í Gerðum. Á kyndilsmessu fylti Elinborg 55 ár. Hon hevur í 40 ár verið í frisøryrkinum, og tað er framvegis nógv ferðsla í salongini í Gerðum.
Elinborg og Ólavur eiga hugnaligt heim á Biskupsstøð, har tey búgva saman við synunum. Teir eru Jákup føddur í 1981, Jógvan føddur í 1983 og Ari føddur í 1989.
Føðingardagurin verður hildin í Skálanum, har øll eru væl komin til ræst kjøt og súpan fríggjakvøldið klokkan 19.J