Leiðandi serfrøðingur í Miðlahúsinum

Fremsti serfrøðingur í heiminum innan kappingarsamleika, Simon Anholt, heldur fyrilestur í Miðlahúsinum klokkan 19.30 í kvøld Simon Anholt er viðurkendur sum leiðandi serfrøðingurin innan tjóðarbrand og kappingarsamleika. Hann ráðgevur í løtuni Uttanríkismálaráðnum við at skapa Føroyum ein kappingarsamleika.

Hann hevur verið ráðgevi hjá umleið 54 ymiskum londum úr øllum heraðshornum og á øllum menningarstigum. Frá Tanzania til USA, sum í veruleikanum er búskaparliga spektrið.

Hann er rithøvundum á tíðarritinum »Place Branding and Public Diplomacy«, sum er komið út í sínari 6. útgávu. Eisini hevur hann skrivað fleiri bøkur.

Tað er Uttanríkismálaráðið, ið skipar fyri fyrilestrinum, sum verður í Miðlahúsinum klokkan 19.30 í kvøld, og øll eru sjálvandi vælkomin.

Hjá teimum, ið ikki hava høvið at møta í Miðlahúsinum, ber kortini til at hoyra fyrilesturin, tí hann verður sendur beinleiðis á Rás2