Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu síni.
Ferðafólk úr Sundalagnum, ið skulu víðari við leið 100 til Vestmanna verða víst til leið 400. Leið 400 fer frá Oyrarbakka kl. 06:40, her er m.a. samband við leið 200 frá Eiði.
Síðani ber til at skifta við Kollfjarðartunnilin, har leið 100 koyrir kl. 07:10. Eisini er samband vestur í Vágar um somu tíð, skrivar ssl.fo.